Ein leygardag seinnapart í 2017 stóð hann á palli á sandinum á G! Festivalinum. Tað var eyðsýnt, at hann var komin upp í árini og onkuntíð hevði trupult við at minnast orð og at raka rætta tónan – bæði við rødd og gittar. Kortini var tað ein heilt serlig – og næstan gandakend – konsert við countrysangaranum Kris Kristofferson, sum tá var 81 ára gamal, og spældi allar sínar framúr sangir á erligan og hugtakandi hátt.
Nú hevur Kris Kristofferson boðað frá, at hann gevst at spæla konsertir. Og tað verður ikki við einari seinastu konsertferð, at hann skal seta punktum. Hann er givin.
– Hetta var ikki ein stór avgerð, har hann segði »nú gevist eg«. Tað hevur gingið fram ímóti hesum og kennist natúrligt. Tað er eingin stór broyting í hesum, tí vit eru mitt í einari heimsfarsótt, hetta var meira ein staðfesting, sigur Tamara Saviano, umboðsfólk hjá Kristofferson.
Eingin visti tí, at konsertin hjá Kristofferson í januar í 2020 á Outlaw Country Cruise fór at vera hansara seinasta.
– Nei, tað vistu vit einki um. Kris skuldi spæla aftur í mars, men korona broytti alt, sigur Saviano.
##med2##
Kris Kristofferson telist millum teir heilt stóru sangskrivararnar í countrytónleiki. Síðani hann gav fyrstu plátuna út fyri stívliga 50 árum síðani, hevur hann skrivað og sungið sangir sum »Me and Bobby McGee«, »Sunday Mornin’ Comin’ Down«, »Help Me Make It Through the Night«, »Silver Stallion«, »Highwayman« og »Lovin’ Her Was Easy«. Hann hevur eisini verið filmssjónleikari í amerikanskum stórfilmum.
Kristofferson hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum og havt konsertir her. Í 2014 innspældu Hallur Joensen og Kris Kristofferson duett í studio í Nashville – tað var kendi sangurin hjá Kristofferson, »Nobody Wins«.
Kris Kristofferson hevur havt onkrar heilsutrupulleikar seinnu árini. Eitt nú hevur hann í tíðarskeiðum havt trupulleikar við minninum, og tað skuldi koma av, at hann var bitin av skógarmottu.
Her kann duettin hjá Halli Joensen og Kris Kristofferson hoyrast og síggjast.
##med3##