FCK, men sum hevur fingið lítla tíð á vøllinum. At hann kennir stórt álit frá nýggja venjaranum hevur havt við sær, at hann spælir so mikið væl, at hann var kosin dagsins maður. Í Ikast hevði FC Midtjylland [...] var ikki á vøllinum undan steðginum. Beinanvegin eftir steðgin avloysti hann Toda Jónsson, sum hevði sæð gult í 27. minutti. Hans Backe, FCK venjarin, gav onkrum teirra, sum ikki hava verið fastir á liðnum [...] spæla í morgin. Todi hevur skorað í báðum Europa Cup dystunum ímóti maltesiska meistaraliðnum, og hann skoraði fleiri ferðir í venjingardystunum undan kappingarbyrjan. Men higartil hevur tað ikki eydnast
Sosialurin tosaði við hann, skuldi senda fleiri faldarar til Føroyar til áhugaði. Spurdur um tað vóru mong, sum høvdu hug at koma niður á Ebeltoft, svarar Christian, at tað eru tað. Men hann sigur samstundis [...] Christian Sørensen fegnast um, at undirtøkan og áhugin fyri Ebeltoft eru stór í Føroyum. Og hann sigur, at tosað varð nógv um samstarv av ymsum slagi. Millum annað tosaðu tey við Elsu Mariu Bærentsen úr [...] tey, verður frá fyrstan tíð gjørt greitt fyri umsøkjaranum at viðkomandi má vera púra vísur í tí, hann ella hon ger. Tí tað snyr seg fyrst og fremst um at broyta lívsstíl. At broyta kostvanar og lívsstíl
dirigentinum, sum situr á einum stóli, meðan hann dirigerar. Ulf tosar um tempo, hann sigur við spælararnar, at teir ikki mugu koyra tempoið niður. Og so drívur hann á tey aftur. Tannáringar sum gomul, ung [...] aftur, tí hann heldur ikki, at teir tungu dreingirnir viga nóg nógv í endanum. Tað vil siga, at bass-trombone, barythone og euphonium, sum hava tann allarseinasta tónan í stykkinum, ikki blása hann nóg hart [...] Tað ljóðar avbera væl, men dirigenturin Ulf Nordlund er ikki heilt nøgdur. Ferð eftir ferð steðgar hann spælarunum og minnir teir á at halda tempo, at spæla hart og spakuligt alt eftir, nær tað verður kravt
ommu- og abbabørnum. Meðan Gullbrand var sjómaður, sigldi hann nógv sum stýrimaður við fiskiskipum, og veit eg eisini av egnum royndum, at hann var ein álitismaður á sjónum. Kvøðari var tú av teimum bestu [...] spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu vit vera gandaðir? Hann svaraði beinanvegin: Nei, Sólvit, tað verður ikki lagt meira á okkum, enn vit klára. Har sat hann og kikkaði eftir hondini fyri at fáa luft og var [...] song hansara og royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur, men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit hava. Nú ið vit gleða okkum
a hjarta, Hann hevur givið okkum ein frið og eina gleði, ið røkkur upp um allan ótta, og alla sorg. Tá alt virkar vónleyst, so vísur Hann Vegin, ið vit sum Hansar´ børn ganga á, og hvar hann førur til [...] songurin sum fyllir Himmalin. Skjótt so stendur perluportrið opið, og í lívsinslandi, skal eg síggja Hann. Hann sum bar tað dýra navnið, yvir øllum øðrum nøvnum. Tað gav gleði, troyst, har sorg og sjúka var; [...] heimi, vil gera alt fyri at ræna, oyðileggja og stjala. Og tað eru løtur har ið alt virkar sum um hann hevur tikið alt frá okkum; skrætt eitt stórt petti úr familjulívinum hjá okkum, og man stendur bert
Kløcker. Hann er ein av teimum seinastu luttakarunum, sum er eftir á ekspeditiónini í ár, og er hann ógvuliga vælumtóktur millum hyggjararnar. Jørgen Kløcker var við í Robinson í 1999, og er hann aftur við [...] er seinastu ferð TV 3 ger eina Robinson Ekspeditión. Men Kløcker sigur, at um hann hevði fingið møguleikan, so hevði hann ongantíð í lívinum farið aftur á eina tílíka ekspeditión. ? Aftaná ekspeditiónina [...] kemur aftur frá Robinson, sigur Jørgen Kløcker við Sosialin. Kløcker er í løtuni staddur í Spania, har hann er gestalærari á einum skeiði hjá Service & Co. Hin gestalærarin er Lasse Rungholm, sum eisini er
Suðuroyartunnil. Hann heldur, at suðuroyingar í fyrstu atløgu skulu miðja ímóti einum góðum ferjusambandi, sum man kann liva við. Men Vágatunnilin hevur latið upp fyri nýggjum møguleikum. Hann sigur, at nógvir [...] hava hugsað um hetta við tunli, men sum hann sigur, so hevur alt sín prís. Tó verður tað bíligari við tíðini at byggja tunlar, so hvørt sum tøknin mennist, sigur hann. - Eitt skip, sum kostar 300 milliónir [...] Hvalba kom í sínari tíð. Men enn liggur ein Suðuroyartunnil rættiliga fjart, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at verða fíggjarligar fortreytir, eftir at tunnilin um Leivíksfjørð er gjørdur, so sær øðrvísi
sítt starv til fulnar, um hann ikki eisini tekur sær tíð til tað, sigur Niels Pauli, sum heldur, at tað átti ikki at verið meira enn 600 sóknarbørn til hvønn prestin. Tað, veit hann at siga, er til dømis í [...] føddum og deyðum eigur at liggja hjá Fólkayvirlitinum, sigur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur. Hann vísir á, at arbeiðið hjá prestum er sera umfatandi, og at tað stutta av tí langa er, at borgarliga [...] avstað við sera nógvari tíð hjá teimum prestunum, sum hava ábyrgdina av henni. Og harafturat vísir hann eisini á, at til dømis í Klaksvík verða umleið 45 % av børnunum ikki doypt, og millum annað tí setur
sum sølustjóri í 10 ár. Heri Niclasen er útbúgvin telegrafistur, og áðrenn hann kom í starv hjá Smyril Line, starvaðist hann sum telegrafistur hjá Lyngby Radio og í nøkur ár ymsa-staðni í Grønlandi. Vit [...] størst. Heri Niclasen fór í 1996 frá sum sølustjóri hjá Smyril Line. Hann gjørdist tá marknaðarstjóri hjá Atlantsflog, og í dag er hann stjóri á Ferðaráð Føroya. [...] Vit hava biðið Hera Niclasen greitt okkum eitt sindur frá tí arbeiði, hann var við til at menna hjá Smyril Line: ? Ein stór hending hjá okkum, sum starvaðust á landi var, tá vit fluttu í nýggja og nútímans
brotsteigin hjá TB. Hann spælir Súna Fríða Johannesen púra leysan, men hann skýtur við síðuna av. Súni Fríði virkaði ikki heilt upplagdur henda dagin, og á einum av sínum góðun døgum, hevði hann skorað uppá henda [...] taklað, so skotroyndin bleiv av ongum. Komu gøtumenn til skot, so bjargaði Lars Mùller í málinum. Hann stóð ein frálíkan dyst. Heilt snikkaleysir sluppu TB-arnir tó ikki. GÍ fekk ein góðan møguleika tá [...] men Lars Mùller bjargaði í tveimum førum. Løtu seinni spældi Magni Janskor Súna Fríða leysan, men hann skeyt uppum málið hjá TB. Tvøramenn fingu eisini nakrar góðar royndir. Dan Mortensen sum arbeiddi