Blátt í Tórsgøtu

Crawling Blue kom á Stóra Pall klokkan 24 og tað gjørdist við eitt blátt í Tórsgøtu Uni R. Debess er Mr. Blues í Føroyum. Sum eitt stjørnuskot kom hann fram við GoGo Blues og nú málar hann bláar tónar í bólkinum Crawling Blue.

Og tað var blues tónleikur av fyrstu skuffu á Stóra palli á Asfalt.

Og Uni og hansara menn prógvaðu, at blues als ikki nýtist at vera keðiligt ella syrgiligt. Skráin var blá, men hetta var lívligt og undirhaldandi og vælkoyrandi blues og at teir hava fingið Óla Olsen afturat sær á tangentar ger als ikki verri.

Tað var blánandi summanátt við Una og hansara monnum, ið settu blues í hásæti á Asfalt, meðan náttin eisini kom á Asfalt.