Reyði Krossur í Føroyum og kring allan heimin stendur í løtuni fyri eini innsavning av peningi, sum skal koma teim veikastu til hjálpar.
Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi upplýsir, at tey higartil hava fingið 12.100 kr. inn á kontoirnar hjá felagsskapinum.
- Hetta vilja vit fegin takka fyri, og vit vóna eisini, at enn fleiri vilja geva smærri og størri peningagávur til hesa hjálpina, sigur hann.
Eftir teim upplýsingum, sum hann hevur fingið, so røkkur sjálvt ein lítil peningaupphædd rættiliga langt í hesum landinum.
- Fyri minni enn 3 kr. kann ein veita mat til eitt hungrandi fólk í eina dag. Og fyri ein 100 kr. seðil kann ein veita mat til eitt fólk í meiri enn ein mánað, upplýsir Reyði Krossur.