Einar er framvegis gulur

Í Runavík eru tey eins og flestu aðra staðni kring landið í ferð við fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Ein av spælarunum, sum veruliga gjørdi um seg í fjør, er 17 ára gamli Einar Hansen, sum eisini hevur verið fastur fúsur á føroysku U-landsliðunum seinnu árini.
Tí er einki at ivast í, at bæði felag og viðhaldsfólk eru fegin um, at NSÍ og Einar nú hava givið hvørjum øðrum pappír upp á framhaldandi samstarv.
Um tað so verður NSÍ alt árið, er so ein annar spurningur. Einar er ein av fleiri føroyskum spælarum, sum útlendskir fótbóltsskótar hava lagt til merkis, og hann hevur eisini longu nú verið til venjingar hjá onkrum útlendskum liði.
Men fyribils verður tað so hjá barndómsfelagnum, at hann fer at gera um seg.