Skúlin opin aftur

Fyri trimum árum síðani skjeyt ein fyrrverandi næmingur 13 lærarar, tríggjar næmingar og síðani seg sjálvan í einum skúla í eysturtýska býnum Erfurt. Síðani er skúlin umbygdur og umvældur fyri 70 milliónir krónur, og mánadagin bleiv hann tikin aftur í brúk.

Gerhard Schröder, kanslari, var hjástaddur, nú skúlin lat uppaftur. Samstundis varð skipað fyri einum minningarhaldi til minnis um tey, sum lótu lív fyri trimum árum síðani, og kanslarin segði í sínari røðu, at hóast gerandisdagurin er byrjaður aftur, fara fólk altíð at minnast skúlan í Erfurt.

Tilburðurin fyri trimum árum síðani skakaði alt Týskland. Tann 19 ára gamli Robert Steinhauser hevði ikki staðið royndina og var koyrdur úr skúlanum. Tríggjar mánaðir seinni kom hann aftur í skúlan við byrsu og skammbyrsu.