Vanliga liggja avgerðir um mál, sum viðvíjkja lands- og steypakapping hjá kappingarnevndini í FSF, men í hesum førinum var tað ikki hon, sum tók avgerðina.
Fyri at fáa eina betri javnvág millum talið av limum í starvsnevndini og ymsu undirnevndunum, hevur FSF í vár minkað um talið av nevndarlimum í eitt nú kappingarnevndini, soleiðis at hendan nú telur tríggjar limir og ikki fimm sum áður. Ein av hesum er Rúni Heinesen, og sum klaksvíkingur helt hann ikki, at hann skuldi taka lut í viðgerðini av málinum. Hetta saman við prinsipiella týdninginum, sum málið hevur fyri framtíðar avgerðir, fekk Kappingarnevndina at taka avgerð um, at málið heldur skuldi viðgerast av starvsnevndini.
Formliga varð hetta gjørt á fundi hjá kappingarnevndini mánakvøldið, og klokkan hálvgum sjey fór starvsnevndin á fund.