Landið rindar ikki parúkkar

Í Týsklandi hevur ein dómstólur nú staðfest, at berskøllutir menn hava ikki krav upp á at fáa parúkk frá tí almenna.

Ein 46 ára gamal maður í býnum Dresden hevði lagt sak ímóti myndugleikunum. Hann vísti á, at sambært týskari lóg kunnu berskøllutar kvinnur fáa endurgjald fyri parúkk frá tí almenna, og tí helt hann, at menn skulu hava sama rætt. Men rætturin vildi ikki geva honum viðhald, skrivar Reuters úr Dresden. Rætturin helt ikki, at tað ber til at samanbera menn og kvinnur í hesum føri. Sambært rættinum kann ein berskøllut kvinna fáa trupulleikar í samfelagnum, men tað er ikki galdandi fyri menn, stendur í úrskurðinum.

Tann berskølluti saksøkjarin noyðist tí at gjalda tær 440 evrurnar, sum parúkkur hansara kostaði.