Friðing av Koltur

Fyri ikki so nógvum árum síðan var Koltur uttan festara, og røddir vóru tá frammi at friða oynna fyri seyð og onnur húsdjór. Hetta var av ongum, og nýggjur festari varð settur

Eg haldi, at hetta var stórt spell, tí friðing av eini oyggj sum Koltur og kanska Stóra Dímun við, vildi verið ein dýrgripur fyri gransking av føroysku náttúruni, kanska ikki her og nú, men serliga fyri okkara eftirkomarar.

 

Vit vita, at serliga seyðurin hevur ávirkan á jarðarslit, men hann hevur uttan iva eisini ávirkan á t.d. plantu- og fuglalív, og at granska í hesum spurningum eigur at vera uppløgd evnir hjá eitt nú Fróðskaparsetrinum og kanska eisini av granskarum frá øðrum londum.

 

Nú er, sum nevnt, festari settur og hann skal sjálvandi hava lov at vera sína tíð út, men eg fari, at heita á landsins mynduleikar, at hava omanfyri nevnda sjónarmið í huga, tá ið verandi festari leggur frá sær.