Atlantic Petroleum hevur nú tikið næsta stigið í royndini at gerast oljuframleiðandi
Hesum boðaði felagið frá í tíðindaskrivi, sum varð sent út um døgurðaleitið mánadagin.
Boripallurin skal bora á chestnut-feltinum, har Atlantic Petroleum eigur 15% av rættindunum, og verður ætlandi farið undir veruliga oljuframleiðslu í 2007.
Boripallurin, sum avtala er gjørd um, hevur eina framleiðsluorku upp á 30.000 tunnur av olju um dagin, og verður soleiðis ein av minstu framleiðslueindunum í Norðsjónum.
Vilhelm Petersen, stjóri í AP, staðfestir, at felagið er væl nøgt um, at teir nú hava tikið næsta stigið móti veruligari framleiðslu. Eisini sigur hann, at hann er væl nøgdur um, at felagið kann fáa eitt gott avkast av íløgu síni, hóast talan er um eina av minstu framleiðslueindunum í Norðsjónum.










