soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu støðu, bert at hava tað eina beinið at standa á, fiskivinnuna. Hinvegin kann gransking eisini hava við sær, at vit fáa eitt nógv sterkari bein at standa á [...] góðan byr og vóna, at okkurt ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr. Tað hevði annars verið gott at fingið fleiri sjónarmið fram í fjølmiðlunum um nettup granskingarspurningin, og tykist tað at verða rætta høvið [...] granskingarumhvørvi. AT vit í dag hava eitt granskingarumhvørvi á fleiri á okkara stovnum, eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at undirmeta. Har arbeiða kompetent fólk við at granska í eitt nú í
meiriluta av flokkunum á tingi til at átaka sær hesa stóru uppgávu kunnu vit bert vóna, at hann verður førur fyri at verja søk okkara men samtíðis eisini vera við til at skapa góð viðurskifti millum báðar [...] FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig á leiðini. Afturímóti at samráðast um bankaendurgjald [...] og eitt sindur óvist er enn, um nomið fer at verða við sjálvstýrisætlaninar eisini. Vist verður spennandi og áhugavert at vita, hvussu nýggi løgmaður fer at roynast sum samráðingarmaður og fremsta umboð
fólkið. HÓAST allir flokkar royna at boða sín boðskap, so er greitt, at tað skulu slúkast kamelar eftir valið. Flokkarnir verða tvingaðir til at lora hvør í sínum lag fyri at kunna sjóva eina samgongu saman [...] er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur, sum fer at stýra landinum. Tað halda vit eisini vera ósunt og ódemokratiskt, tí styrkin við fólkaræðinum er neyttup, at landsins stýri [...] her veldst alt um, hvussu persónarnir fara at klára seg til valið. Kemur Edmund styrktur burtur úr valinum, so skuldi ein trúð, at bæði A og D hava ilt við at samvinna tann vegin. Men verður ?sjálvstýr
halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið átti at verið, at vit fingu nógv tryggingarfeløg, soleiðis at kappingin gjørdist enn harðari og við tí úrsliti, at brúkarin [...] onnur hava víst á, at monopolið hevur havt tann fyrimun fyri brúkararnar, at Tryggingin varð tvungin til at tekna allar tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum [...] føroyska tryggingarmarknaðinum - tó við tí undantaki - at donsk og útlendsk tryggingarfeløg hava ikki loyvi at tekna tryggingar í Føroyum. Tað verður tó mett at vera ein tíðarspurningur til henda forðingin er
skal førast víðari, ella eitt nýtt landsstýri fer at royna at loysa málið uppá annan og kanska meira hegnigan hátt. Tað kann ikki vera nakað galið í at tosa við danir um málið, men eftir okkara tykki er [...] er eisini vón okkara, at nýggja landsstýrið fer at prioritera almanna- og heilsumálini uppaftur meira og her hugsa vit ikki minst um at fáa primera sektorin og sjúkrahúsverkið at virkað betur saman í eini [...] landsstýri, og her mugu vit seta okkara álit á, at veljarin greitt fer at geva eitt boð uppá eitt nýtt stýri, og at flokkarnir, sum halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast
í smálutum, so eigur flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera ímóti bara fyri at vera ímóti - men sakliga at vera við í viðgerðini av hesum málum - og royna at gera sína ávirkan galdandi. Tí tey gru [...] í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann henda, at andstøðan í eini tingviðgerð [...] havt møguleika at vera við til at evna eina framtíðar kós. Hetta var fyri so vítt ærligt nokk, men taktiskt kann ein í dag siga, at hetta var skeivt. Javnaðarflokkurin átti longu tá at havt givið sítt
eftir at teir ikki tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið í? Nú sleppur hann so at royna teg. DANSKI javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra [...] vert at merkja sær, at krøvini frá føroyska fólkatingsmanninum og formanninum í javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard til bróðurflokkin hava verið hoyrd. Tað er tí líkt til, at tað nú aftur fara at verða [...] eitthvørt samfelag. Nú eiga hesir báðir flokkarnir at bera so í bandi, at útviklingurin í Føroyum verður bæði rættvísur, sunnur og góður. Heldur enn at mótarbeiða føroyingum, so eigur danski javnaðarflokkurin
hevur megnað at útbyggja rutunetið til at umfata Danmark, Skotland og Ísland/Grønland, ja so er enn eitt land eftir, og tað er Noreg. Tað skal vera vón okkara, at tað fer at eydnast Atlantsflogi at fáa í lag [...] tykist í dag at vera breið semja um, at okkum tørvar at vera meira sjálvbjargin og at leiðin er størri sjálvstýri. Ein partur av sjálvbjargnis- og sjálvstýrisstrembanini er nettup hetta at trúgva uppá okkum [...] sjálvi: at vit duga og kunnu. Atlantsflog er dømi um, at tað lønar seg at trúgva uppá egna megi og mátt. Men eisini Smyril Line, sum stendur fyri eimum eins týðandi tátti sum Atlantsflog, er dømi um, at vit
fer hon til Keypmannahavn at liggja, meðan Smyril Line fer at royna at finna okkurt leigumál fyri skipið í vetur. Enn er einki leigumál fyri veturin, og tað er heldur ikki lætt at fáa slík, tí tað finnast [...] skuldi ferðin borið seg fyri Smyril Line. - Fólk hava kanska fingið nóg mikið av at ferðast í summar, og er tað ov seint at gera slíkar ferðir, vita vit tað til eina aðru ferð, sigur Áki Jespersen á Smyril [...] Norrönu aftur í Føroyum, fyrr enn summarsiglingin byrjar aftur næsta ár. Smyril Line ætlaði annars at gera tveir túrar við skipinum í heyst. Onnur ferðin skuldi ganga til Spaniu og hin til norðurlendsku
Klaksvíkingar ætla at gera enn eina roynd at venda skeivu gongdini Tað er skálafjarðarstevna hetta vikuskiftið, men stóru ítróttartilboðunum man tað vera so sum so við. Kappróðurin telur ikki við í FM [...] sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar hetta vikuskiftið, men einki meiri er komið burturúr prátinum. Klaksvíkingar skulu gera enn eina roynd at venda óhepnu gongdini, men fy [...] teimum bestu. Allan Mørkøre og Allan Joensen eru leikbannaðir. Tveir nýggir miðvallarar skulu finnast at hjálpa Jan Joensen. Millum møguleikarnar eru Rógvi Jacobsen og Jan Andreasen. Um hesin seinni verður