Livið upp til andan í stýriskipanarlógini

Tað kann koma samgonguni aftur um brekku, tekur hon ikki andstøðuna og her serliga javnaðarflokkin við í fyrireikingarnar á nýggjari sjálvstýriskós

Í gjár vístu vit á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eitt breitt alment tjak um sjálvstýrisspurningin og framtíðar samband okkar a við Danmark. Eftir okkara tykki ger samgongan tí sera kløkt við at taka andstøðuna og her serliga javnaðarflokkin við uppá ráð - ikki bert í einum aðalorðaskifti - men eisini longu nú fyrireikingarnar verða gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann henda, at andstøðan í eini tingviðgerð heilt fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum.


MEN hinvegin má ein siga, at eitt nú tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin og fyri tað eisini sjálvstýrisflokkurin, hava allir líkasum gjørt sjálvstýrispolitikkin hjá javnaðarflokkinum til sín egna. Tvs. at gingiðer burtur frá sjabbinum um loysing her og nú men er farið yvir til at tosa um ein sjálvstýrisútvikling yvir eitt so og so langt áramál. Tað var nettup hetta, sum javnaðarflokkurin legði út við í sínum uppskoti um stjórnmálanevnd á sinni. Flokkurin valdi ikki at leggja seg fast uppá nakað ávíst, áðrenn allir flokkar høvdu havt møguleika at vera við til at evna eina framtíðar kós. Hetta var fyri so vítt ærligt nokk, men taktiskt kann ein í dag siga, at hetta var skeivt. Javnaðarflokkurin átti longu tá at havt givið sítt boð uppá, hvussu sjálvstýrisútviklingurin skuldi síggja út. Nú hava hinir bara gjørt tað ístaðin - uttan um javnaðarflokkin.


SERLIGA sjónlig er nýggja kós tjóðveldisfloksins. Frá fyrr at hava tosað um loysing verður nú bráddliga tosað um eina møguligan langan og liðiligan útvikling, sum skal skipast á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt. Ongin ivi er um, at nýggju og yngri kreftirnar í flokkinum hava innsæð, at tíðin er farin frá at brúka heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda loysingarherrópi,ð til at brúka eina heilt aðra og ikki so áleypandi terminologi.Hesum hava teir ?gomlu? í tjóðveldisflokkinum so verið noyddir at góðtaka, og tað var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum til síðsta val at sleppa undan at verða skýrdur sum flokkurin, ið vildi koyra landið út av tromini. Sum so má ein siga, at væl hevur verið telvað. Ja onkur hevur sagt, at tjóðveldismenninir hava verið so mikið snildir, at teir hava yvirtikið ?stolið? ella um tú vil adopterað nakrar av intentiónunum við sjálvsstýrispolitikkinum hjá javnaðarflokkinum, evnað taðvíðari til og latið í ein tjóðveldisham.


HÓAST tað sær so stabilt og gott út - samgonguskjalið - so trúgva vit ikki eina løtu uppá, at fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin fara at vaða eins djúpt og tjóðveldisflokkurin, tá avtornar. Nógvir av veljarunum og stuðlunum hjá eitt nú fólkaflokkinum fara rætt og slætt ikki at loyva flokkinum at taka ov víðgongd stig. Tað er heldur eingin loyna, at hóast javnaðarflokkurin við núverandi formanni og tingmanning vil sjálvstýrisleiðina so ella so, so finnast tað kreftir í flokkinum, ið bera stóran ótta fyri gongdini, og ikki minst ótta fyri teimum meira ?rabiatu? í tjóðveldisflokkinum.


Javnaðarflokkurin hevur stórt 100 ára hátíðarhald fyri Petur Mohr Dam, sála í august, og longu í september er landsfundur. Tí má roknast við, at flokkurin verður væl fyrireikaður bæði undan og til tað aðalorðaskifti, sum Høgni Hoydal nú leggur upp til. Hvussu sjálvstýrispolitikkurin hjá javnaðarflokkinum enn kemur at síggja út í smálutum, so eigur flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera ímóti bara fyri at vera ímóti - men sakliga at vera við í viðgerðini av hesum málum - og royna at gera sína ávirkan galdandi. Tí tey grundleggjandi virði, sum flokkurin stendur fyri - sosialdemokratisku grundsjónarmiðini, eru so týdningarmikil og góð, at tey mugu ikki verða útihýst, tá framtíðar støða Føroya verður stungin út í kortið. Vælferðarsamfelagið Føroyar skal so ikki syndrast uppá bekostning av einum suverenum føroyskum stati. Hesi mugu fylgjast hond í hond. Tað er aðaltreytin.