Í VIKUNI gjørdist tann størsta fusiónin, te. samanleggingin av fleiri fyritøkum, í Føroya søgu veruleiki. Í hvussu so er á pappírinum. Tær ymsu deildirnar í tryggingarsamtakinum ?Tryggingarsambandið Føroyar? skrivaðu týsdagin undir samanleggingina, sum ber í sær, at nýggja felagið, ið hevur fingið navnið ?Tryggingarfelagið Føroyar?, verður tann fyritøkan í landinum, sum hevur størstu eginognina. Hon er uppá góða milliard kr.
HÓAST tað nú eftir øllum at døma er komið á mál, so restar enn góðkenning frá eitt nú eftirliti. Hon fer at koma innan fyri nakrar mánaðir.
TAÐ er nýggja lógin um avtøku av tryggingarmonopolinum, sum er er íblásturin til samanleggingina. Hon kemur í kjalarvørrinum á endurstovnanina av tí gamla tryggingarfelagnum Trygd, sum nú kann kappast javnbjóðis aðrar tryggingarfyritøkur, men við Føroya Banka í rygginum. Við øðrum orðum er nú frí kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum - tó við tí undantaki - at donsk og útlendsk tryggingarfeløg hava ikki loyvi at tekna tryggingar í Føroyum. Tað verður tó mett at vera ein tíðarspurningur til henda forðingin er burtur.
NÓGV hevur verið sagt og skrivað um tryggingarmonopolið gjøgnum árini. Tað eru tey, sum hava verið ímóti einkarrættinum, tí hesin tænti ikki brúkaranum best. Heilt frí kapping hevði verið best fyri brúkaran. Tað hevur avtøkan av monopolinum eisini longu prógvað. Men onnur hava víst á, at monopolið hevur havt tann fyrimun fyri brúkararnar, at Tryggingin varð tvungin til at tekna allar tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum.
TAÐ eru so aftur tey, sum halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið átti at verið, at vit fingu nógv tryggingarfeløg, soleiðis at kappingin gjørdist enn harðari og við tí úrsliti, at brúkarin fekk enn bíligari og betri tænastur. Tvs. at ístaðin fyri at leggja allar deildirnar hjá gamla tryggingarsamtakinum saman í eina fyritøku, áttu tær at verið lutaðar sundur í kapping sínamillum. Afturímóti hesum stendur ein onnur meting, nevniliga hon, at vit tá fingu alt ov nógv sjálvstøðug feløg til ein sera avmarkaðan heimamarknað- og høvdu hesi fyrr ella seinni kappað høvdið av hvørjum øðrum.
NÚ hava vit so fingið tveir tryggingar ?gigantar?. Sohvørt hesir royna at taka burtur av frá hvørjum øðrum verður eisini greitt, hvussu stórur tørvurin er á tryggingarvirksemi í landinum. Vit sóu, hvussu tað gekst, tá bankarnir vórðu lagdir saman. Ein hópur av uppsøgnum. Nýggja tryggingarfelagið sigur, at tað verður ikki talan um uppsagnir. Frá einum arbeiðsmarknaðar- og menniskjansligum sjónarmiði er tað gott, men spurningurin er bara , hvussu leingi tað heldur út frá einum marknaðarsjónarmiði við fríari kapping, har krøvini til rationalitet og effektivitet gerast støðugt størri. Tað stendur tí greitt, at tað hvílir sera stóra ábyrgd á bæði nevnd og leiðslu í nýggja risastóra Tryggingarfelagnum Føroyar.
EIN onnur og skjótt nýggj dimensión í øllum hesum er kappingin við umheimin. Stjórin í samanlagda felagnum sigur, at tað er umráðandi at savna allar kreftir og standa saman, tá latið verður upp fyri útlendskum tryggingarfeløgum. Eingin ivi er um, at hetta er rættur hugsunnarháttur, spurningurin tá vil so bara vera, um vit ikki kortini verða ?opslugt? av teimum stóru! Tíðin fer at vísa, um samanleggingin var røtt og til gagn fyri land og fólk. Sumt talar fyri henni - annað ímóti. Nú má hon so sleppa at standa sína roynd.