Atlantsflog á flogi

Tað er flott klárað, at Atlantsflog nú flýgur við tveimum flogførum, og at flogfelagið er farið at sigla uppá Skotland eisini. Nú er bert Noreg eftir.

TAÐ verður oftani tikið til - av afturhaldskreftum sjálvandi - at vit føroyingar eru ov fáir og ov smáir til at megna nakað sjálvir. Tað er bara ikki rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani einki at bila.Takið Atlantsflog sum dømi. Eftir áralangt stríð hjá nógvum góðum fólkum hevur tað loksins eydnast tí føroyska flogfelagnum Atlantsflog at økja um ?flotan?, soleiðis at felagið í dag - fyribils tó bert í summartíðini - hevur tvey flogfør í drift, harav annað er leigað.Tað eru hend stór framstig hjá felagnum og síggja vit tað best nú, tá tað verður flogið til Danmarkar tvær ferðir um dagin. Eisini hevur felagið átikið sær fleiri spennandi og nýggjar uppgávur sum at flúgva til flestu av grannalondum okkara. Nú seinast eisini til Skotlands. Skotlandsflúgvingin byrjaði við framsýningartúri úr Vágum til Glasgow og Aberdeen í gjár. Hetta tiltak fara vit at frætta nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið.


EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er eitt gott flogsamband - og eitt gott flogsamband vil so aftur medvirka til enn størri samstarv. Tað kann bert vera rætt, at vit føroyingar hava fleiri opin portur til umheimin enn bert gjøgnum Kastrup í Danmark. Vit hava brúk fyri at víðka sjónarringin og sambandið úteftir, og her er Skotland ein heilt náttúrlig farleið. Eitt nú tá talan er um komandi frálandavinnuna í økinum. Nú tá Atlantsflog hevur megnað at útbyggja rutunetið til at umfata Danmark, Skotland og Ísland/Grønland, ja so er enn eitt land eftir, og tað er Noreg. Tað skal vera vón okkara, at tað fer at eydnast Atlantsflogi at fáa í lag fast samband við Bergen ella Stavanger. Fast rutusamband við hesi londini: Danmark, Noreg, Skotland og Ísland kann koma at fáa sera positivar fylgjur fyri okkum sum land og fólk. Her hugsa vit bæði um handilsliga og vinnuliga samstarvið, men so sanniliga eisini um útbúgvingarøkið og annars mentanarliga sambandið - alt nakað, sum kann knýta hesi londini tættari saman og í síðsta enda vera við til at geva okkum føroyingum eitt meira týðandi og sentralt pláss í hesum partinum av heiminum, enn vit hava í dag.


HÓAST vit føroyingar ikki bera orð fyr at standa saman í einum og øllum - so tykist í dag at vera breið semja um, at okkum tørvar at vera meira sjálvbjargin og at leiðin er størri sjálvstýri. Ein partur av sjálvbjargnis- og sjálvstýrisstrembanini er nettup hetta at trúgva uppá okkum sjálvi: at vit duga og kunnu. Atlantsflog er dømi um, at tað lønar seg at trúgva uppá egna megi og mátt. Men eisini Smyril Line, sum stendur fyri eimum eins týðandi tátti sum Atlantsflog, er dømi um, at vit føroyingar megna slíkar uppgávur. Alternativið er, at aðrir gera hetta fyri okkum og harvið skúma fløtan. Hildu vit ikki tørn og fast, so vóru tað í dag íslendingar, sum stóðu fyri rutusiglingini og danir fyri rutuflúgvingini. Eftir stendur so spurningurin um farmaflutningin. Vit royna okkum, tó at tað ikki altíð er líka lætt.


FELAGSNEVNARIN fyri alt hetta er sjálvandi ein frí kapping. Men hinvegin eiga vit ongantíð at fella fyri lygnini um, at fríu marknaðarmekanismurnar eru heilagarar og tað einasta rætta og besta. So er bara ikki. Vit síggja, hvussu ES t.d. tvingar okkum til ikki at stuðla vinnu, sum skal kappast á ES-marknaðinum, um somu tíð sum teirra egnu vinnur fáa stuðul kortini. Tí ræður um ikki at síggja hetta sum bara svart ella hvítt - antin ella. Kappingin skal til og fríi marknaðarbúskapurin eigur eisini at sleppa at virka. Men kortini undir treytum, sum hóska til okkara samfelag. Tvs. at har tað er neyðugt við almennum stuðuli í eini uppbyggingartíð, soleiðis sum vit kenna tað frá bæði Smyril Line og Atlantsflog, har skal hetta gerast. Gjørdu vit tað ikki, so vóru tað íslendingar og danir, sum í dag einsamallir róku hesar vinnur. Nettup tí vit hava átt politikarar og vinnulívsfólk, sum hava dugað og torað at farið yvir um marknaðarbúskaparlig mørk, eiga vit í dag tvær fyritøkur, sum - um rætt verður atborið - kunnu útbyggjast til uppaftur sunnari fyritøkur. Jú vist, vit kunnu bara vit vilja - og samarbeiða