Norröna stóra framgongd

.

Gjáramorgunin fór Norröna til Danmarkar, sín seinasta túr í summarsiglingini í ár. Við fóru 670 ferðafólk.

Nú síggja vit neyvan Norrönu aftur í Føroyum, fyrr enn summarsiglingin byrjar aftur næsta ár.

Smyril Line ætlaði annars at gera tveir túrar við skipinum í heyst. Onnur ferðin skuldi ganga til Spaniu og hin til norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Men hvørgin ferðin verður av nøkrum, tí undirtøkan var ov lítil.

Bara 150 teknaðu seg til Spaniu-ferðina, og tað hevði verið alt ov lítið, skuldi ferðin borið seg fyri Smyril Line.

- Fólk hava kanska fingið nóg mikið av at ferðast í summar, og er tað ov seint at gera slíkar ferðir, vita vit tað til eina aðru ferð, sigur Áki Jespersen á Smyril Line.

Summarsiglingin hjá Norrönu hevur annars hildnast væl. Tølini sig, at skipið í summar flutti 51.000 ferðafólk, samanborið við 46.500 í fjør. Tað er 10% framgongd. Framgongdin hevur verið á øllum rutunum.

Tá Norröna fór úr Føroyum í gjár, stevndi hon móti Esbjerg, og haðani fer hon til Keypmannahavn at liggja, meðan Smyril Line fer at royna at finna okkurt leigumál fyri skipið í vetur.

Enn er einki leigumál fyri veturin, og tað er heldur ikki lætt at fáa slík, tí tað finnast so nógv onnur ferðamannaskip, sum heldur einki hava at gera um veturin. Tað var tann tíð, tá NATO leigaði Norrönu til venjingar, men tíðirnar eru broyttar.

Summarsiglingin hjá Norrönu næsta ár verður tvær vikur longri. Skipið byrjar ai sigla longu 23. mai, t.v.s. eina viku fyrr enn í summar, og gevst eina viku seinni enn í ár, 10.. september.