Klaksvíkingar ætla at gera enn eina roynd at venda skeivu gongdini
Tað er skálafjarðarstevna hetta vikuskiftið, men stóru ítróttartilboðunum man tað vera so sum so
við. Kappróðurin telur ikki við í FM kappingini í ár, og 1. deildarliðið í fótbólti skal til
Klaksvíkar sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar hetta
vikuskiftið, men einki meiri er komið burturúr prátinum. Klaksvíkingar skulu gera enn eina
roynd at venda óhepnu gongdini, men fyritreytirnar eru ikki av teimum bestu. Allan Mørkøre og
Allan Joensen eru leikbannaðir. Tveir nýggir miðvallarar skulu finnast at hjálpa Jan
Joensen. Millum møguleikarnar eru Rógvi Jacobsen og Jan Andreasen. Um hesin seinni
verður fluttur fram, so kemur Jóannes Jakobsen inn á aftasta mann. Kurt Mørkøre hevur ikki
fingð vant. Hann skuldi royna í gjárkvøldið. Hjá NSÍ hevur eingin leikbann, og eingin er
skaddur. Abraham Hansen hevur verið burtur í arbeiðsørindum alla vikuna, men hann
verður í hvussu so er við í hópinum. NSÍ hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í
Klaksvík., men í 1994 vunnu teir fyrru semifinaluna í steypakappingini 2-1.