Rumeniahjálpin, sum Birgir Andreasen og fleiri standa aftan fyri, hevur í ár latið fleiri enn 20 tons av neyðhjálp. Fólk frá Rumeniahjálpini hava verið tvær ferðir í Rumenia í ár við bussi, umframt at [...] hava pakkað og latið neyðhjálp. Tilsamans eru gjørdar yvir 50 ferðir hesi farnu 20 árini til eitt øki, har tørvurin fyri neyðhjálp er ovurhonds stórur. Arbeiðið í Rumenia verður gjørt út frá Betania b [...] stórfingna gávu sum fevnir um 11 horn, sum verða nýtt í undirvísingini í einum musikkskúla í økinum. Fyri hálvum øðrum ári síðan byrjaðu føroyingar eina skúlaverkætlan, har 50 sigoynarabørn fáa klæði, mat
Stadion. Har er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Úr HB leguni frættist, at tað í dag vórðu seld 15 túsund atgongumerki, og at tað verður roknað við, at tað fara at vera umleið 20 túsund áskoðarar hóskvøldið [...] hóskvøldið. Einasta venjingin hjá HB í Ísrael verður mikukvøldið klokkan 20 lokala tíð ella eitt samdøgur undan, at dysturin verður. Tað eru 30 í HB ferðalagnum í Ísrael, og allir spælararnir, sum vóru tøkir [...] tosað um nógva hitan, sum varð roknaður ikki at vera HB til fyrimunar. Avrikið og úrslitið – HB vann 2-0 – vístu, at HB megnaði at halda høvdið kalt og standa seg væl, hóast tað vóru um 30 hitastig, tá ið
øðrum kommunum, hava eisini ung í 14-17 ára aldri í Sands kommunu arbeitt fyri kommununa undir skipanini, Ung í arbeiði. Umleið 20 ungdómar í kommununi tóku av hesum tilboði, og tey hava verið óføra røsk [...] um í bygdini. - Hetta tiltak er afturvendandi á hvørjum ári, og tað er væl umtókt millum tey ungu. Fyri 2016 hevur Sands kommuna sett 50.000 krónur av til Ung í arbeiði, sigur borgarstjórin.
vanlukkum, sum føroyskum fiskimonnum hava verið fyri og um støðuna hjá teimum, sum sótu eftir. Bókin er 400 síður til støddar við nógvum myndum. Umrøddar eru 20 av hesum vanlukkum og um lagnuna hjá umleið [...] íblástrinum til bókina er úr Hósvík, sum misti nógvar menn við Nólsoy. Eisini liggur Hósvík væl fyri hjá fólki úr teimum mest raktu plássunum norðanfjørðs, um tey hava hug at koma við til framløguna
ákærdur fyri at hava springknív, og í øðrum føri er hann ákærdur fyri at hava riflu í kalibur 7.62 umframt 200 patrónur til rifluna. At enda er maðurin ákærdur fyri tvey brot á rúsevnislóggávuna fyri at hava [...] eisini ákærdur fyri at hava barnaporno um hendi. Maðurin er í trimum førum ákærdur fyri at hava roynt at ogna sær barnapornografiskt tilfar umvegis Snapchat. Maðurin er eisini ákærdur fyri tvey brot á v [...] meðan hini bæði eru ákærd í trimum. Tey eru øll ákærd fyri í 2016 í felag at hava fingið eina 17 ára gamla gentu at drekka rúsdrekka og taka ritalin fyri síðani at fáa hana at nøkta øllum trimum kynsliga.
Hvítusunnudag verður Fuglafjarðar kirkja 20 ár. Henda dagin verður hátíðargudstænasta klokkan 11 í kirkjuni. Fuglafjarðar Sangkór syngur, og sóknarpresturin, Uni Næs, prædikar. Seinnapartin hvítusunnudag [...] arkitekturin Holger Jensen, sum hevur teknað kirkjuna, og Sveinbjørn á Horni, byggimeistari, stóð fyri arbeiðinum. hkm
20 ár eru millum Trónd Sigurðsson og Jens Erik Rasmussen, sum kappast um at gerast tann besti málskjúttin í 1. deild hjá monnum. Tróndur Sigurðsson, sum spælir fyri AB, er føddur í 1988, og Jens Erik Rasmussen [...] Rasmussen, ið spælir fyri 07 Vestur, er føddur í 1968. Tað man næstan verða eindømi, at tað er so stórur aldursmunur millum tveir fótbóltsspælarar, ið kappast um at gerast toppskjútti í einari vaksnamannadeild
ovastevna í Nólsoy. Forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag á triðja ári, 20 ára gamla Sarita Gunnbjørnsdóttir Joensen í Hósvík, sigur, at skráin fyri regattasiglingina, sum verður av Eiði fríggjakvøldið 15. august [...] vænta, at bátarnir koma til Hósvíkar um 19.30-tíðina, og síðan verður matur í bygdarhúsinum frá klokkan 20. Hon vísir á, at sum nakað nýtt í ár, verður livetónleikur í einum av neystunum við bátahylin klokkan [...] unga forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag, sum saman við nevnd felagsins og øðrum góðum kreftum skipar fyri regattasigling í Sundalagnum og tiltøkum í Hósvík.
21. juli 1996 er ein dagur, sum danir seint fara at gloyma. Tað eru í dag júst 20 ár síðan hendan dagin, har Bjarne Riis stóð ovastur á sigursskamlinum á Champs - Élysées, heiðraður sum vinnari av Tour [...] hann hevði dopað seg undir Tour de France-sigrinum í 1996. Hann segði, at sigurin einki hevði at siga fyri seg longur, og at onkur var vælkomin eftir heiðursmerkinum heima í bilhúsi hansara. Í dag hevði pípan [...] haldi í grundini, at eg kann loyva mær at fegnast. Um vit vilja tað ella ikki, so eru hetta góð minnir fyri meg. Sjálvandi hevur tað til tíðir verið trupult at fegnast, tí ein blívur mangan mintur á onnur ting
leiðsluna har, tí hon hevur verið fyri ábreiðslum øll tey 20 árini, sum farin eru síðani vanlukkuna. Men tær hava ikki rinið við, og fyritøkan hevur alla tíðina sýtt fyri at átaka sær skyldina av tí, sum [...] var farin í luftina. Amerikanska fyritøkan Union Carbide átti verksmiðjuna, og navnið gjørdist alt fyri eitt kent um allan heimin. Soleiðis var eisini við stjóranum, Warren Anderson, men nøvnini á teimum [...] 000 fólk doyðu teir fyrstu dagarnar. Í einari frágreiðing um vanlukkuna, sum er gjørd í sambandi við 20 ára dagin, sigur felagsskapurin, at onnur 15.000 eru deyð av eitranini seinni, og at fleiri túsund