20 tons av neyðhjálp úr Føroyum til Rumenia

Fleiri enn 50 ferðir eru hesi farnu 20 árini gjørdar til eitt øki í Rumenia, har tørvurin fyri neyðhjálp er ovurhonds stórur.

Rumeniahjálpin, sum Birgir Andreasen og fleiri standa aftan fyri, hevur í ár latið fleiri enn 20 tons av neyðhjálp.

 

Fólk frá Rumeniahjálpini hava verið tvær ferðir í Rumenia í ár við bussi, umframt at bingjur á tremur við neyðhjálp eru sendar til Rumenia.

 

Neyðhjálpin verður pakkað í samkomunum Ebenezer í Havn og Mizpa á Eiði, eins og fleiri samkomur í Suðuroy og fólk kring landið hava pakkað og latið neyðhjálp.

 

Tilsamans eru gjørdar yvir 50 ferðir hesi farnu 20 árini til eitt øki, har tørvurin fyri neyðhjálp er ovurhonds stórur.

 

Arbeiðið í Rumenia verður gjørt út frá Betania barnaheiminum í Uricani til samkomur og skúlar í økinum og gjøgnum Reyðakross á staðnum.

 

Gávur koma úr ymiskum heraðshornum í Føroyum, og eitt nú hevur Sørvágs Tónleikarafelag latið eina stórfingna gávu sum fevnir um 11 horn, sum verða nýtt í undirvísingini í einum musikkskúla í økinum.

 

Fyri hálvum øðrum ári síðan byrjaðu føroyingar eina skúlaverkætlan, har 50 sigoynarabørn fáa klæði, mat og undirvísing. Eisini eru fýra samkomusalar bygdir, og ætlanin er at byggja tilsamans 10 salar til sigoynararnar.   

 

Á møtinum í Mizpa á Eiði sunnukvøldið klokkan 18 verður sagt frá arbeiðnum í Rumenia, og her luttaka eisini Poul Færø, Jóannes Poulsen og Birgir Andreasen.

 

Á myndini síggjast Poul Færø og Billy Hansen tala til fólkið í Rumenia.