21. juli 1996 er ein dagur, sum danir seint fara at gloyma. Tað eru í dag júst 20 ár síðan hendan dagin, har Bjarne Riis stóð ovastur á sigursskamlinum á Champs-Élysées, heiðraður sum vinnari av Tour de France.
Bjarne Riis koyrdi ógvuliga álopssinnað í fjøllunum hetta árið, og hann vann samlaðu kappingina við 1 minutti og 41 sekundum frammanfyri týska Jan Ullrich. Við sigrinum gjørdi Bjarne enda á sigursrøðini hjá spanska Miguel Indurain, ið hevði vunnið Tour de France tey undanfarnu fimm árini.
Ein skuggasíða hoyrir tó til annars vøkru søguna hjá Bjarne Riis. Í mei 2007 viðgekk hann nevniliga, at hann hevði dopað seg undir Tour de France-sigrinum í 1996. Hann segði, at sigurin einki hevði at siga fyri seg longur, og at onkur var vælkomin eftir heiðursmerkinum heima í bilhúsi hansara.
Í dag hevði pípan hjá Bjarne Riis tó fingið eitt annað ljóð.
- Eg haldi í grundini, at eg kann loyva mær at fegnast. Um vit vilja tað ella ikki, so eru hetta góð minnir fyri meg. Sjálvandi hevur tað til tíðir verið trupult at fegnast, tí ein blívur mangan mintur á onnur ting, men eg eri tíbetur við at koma burturfrá tí. Eg eri komin víðari í lívinum, segði hann við TV2 Sport í dag.
Tann nú 52 ára gamli Bjarne Riis hevur í mong ár verið liðeigari og ítróttarstjóri hjá Team CSC, seinni Team Saxo Bank, men hevur nú skilt seg av við liðið. Hann hevur tó ætlanir um at stovna eitt nýtt lið, sum skal vera klárt at súkkla í 2018.