20 vanlukkur í Hósvík

Í annaðkvøld fer Óli Jacobsen at leggja fram bókina “Havið tók teir” í bygdarhúsinum í Hósvík. Bókin er søgan um teir sum ikki bóru boð í bý. Hetta eru frásagnir um nakrar av teimum vanlukkum, sum føroyskum fiskimonnum hava verið fyri og um støðuna hjá teimum, sum sótu eftir.

Bókin er 400 síður til støddar við nógvum myndum. Umrøddar eru 20 av hesum vanlukkum og um lagnuna hjá umleið 300 av okkara landsmonnum, sum ikki bóru boð í bý.

Við samkomuna í Hósvík fer Óli Jacobsen at greiða frá bókini, umframt Edvard Hermansen og Theodor Olsen, prestur, sum siga nøkur orð.Martin Joensen kemur at syngja.

At framløgan verður í Hósvík, kemur partvís av, at ein stórur partur av íblástrinum til bókina er úr Hósvík, sum misti nógvar menn við “Nólsoy”. Eisini liggur Hósvík væl fyri hjá fólki úr teimum mest raktu plássunum norðanfjørðs, um tey hava hug at koma við til framløguna.