20 ungdómar vóru til dystin fúsir

Summi hava stoypt, onnur hava málað, og uppaftur onnur hava slættað mold og sligið gras kring um í bygdini.

Eins og í fleiri øðrum kommunum, hava eisini ung í 14-17 ára aldri í Sands kommunu arbeitt fyri kommununa undir skipanini, Ung í arbeiði.

 

Umleið 20 ungdómar í kommununi tóku av hesum tilboði, og tey hava verið óføra røsk og hava tímað ógvuliga væl at arbeitt ymiskt fyrifallandi í kommununi.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at summi hava stoypt, onnur hava málað, og uppaftur onnur hava slættað mold og sligið gras kring um í bygdini.

 

- Hetta tiltak er afturvendandi á hvørjum ári, og tað er væl umtókt millum tey ungu. Fyri 2016 hevur Sands kommuna sett 50.000 krónur av til Ung í arbeiði, sigur borgarstjórin.