20 ár

Hvítusunnudag verður Fuglafjarðar kirkja 20 ár. Henda dagin verður hátíðargudstænasta klokkan 11 í kirkjuni. Fuglafjarðar Sangkór syngur, og sóknarpresturin, Uni Næs, prædikar. Seinnapartin hvítusunnudag klokkan 15 verður sanggudstænasta í kirkjuni. Kirkjukórið í Vestmanna kirkju syngur.
Grundarsteinurin til nýggju kirkjuna í Fuglafirði varð lagdur 12. juni 1983 og kirkjan varð vígd hvítusunnudag 10. juni 1984. Tað er danski arkitekturin Holger Jensen, sum hevur teknað kirkjuna, og Sveinbjørn á Horni, byggimeistari, stóð fyri arbeiðinum.

hkm