20 ár millum toppskjúttarnar

20 ár eru millum Trónd Sigurðsson og Jens Erik Rasmussen, sum kappast um at gerast tann besti málskjúttin í 1. deild hjá monnum. Tróndur Sigurðsson, sum spælir fyri AB, er føddur í 1988, og Jens Erik Rasmussen, ið spælir fyri 07 Vestur, er føddur í 1968. Tað man næstan verða eindømi, at tað er so stórur aldursmunur millum tveir fótbóltsspælarar, ið kappast um at gerast toppskjútti í einari vaksnamannadeild.