20 ár síðani eiturvanlukkuna í Bhopal

Í gjár vóru 20 ár liðin, síðani eiturevnaverksmiðjan hjá amerikonsku fyritøkuni Union Carbide í indiska býnum Bhopal fór í luftina. Enn tann dag í dag veit eingin við vissu, hvussu mong mannalív vanlukkan kravdi.

Um náttina tann 3. desember í 1984 legðist eitt eiturskýggj yvir indiska býin Bhopal. Orsøkin var, at ein verksmiðja, sum gjørdi eiturevni til landbúnaðin, var farin í luftina. Amerikanska fyritøkan Union Carbide átti verksmiðjuna, og navnið gjørdist alt fyri eitt kent um allan heimin. Soleiðis var eisini við stjóranum, Warren Anderson, men nøvnini á teimum, sum doyðu, veit eingin við vissu. Ei heldur, hvussu mong tey vóru.
Indisku myndugleikarnir vildu vera við, at umleið 3.500 fólk doyðu tann fyrsta dagin og teir næstu dagarnar aftan á vanlukkuna. Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International heldur harafturímóti uppá, at ímillum 7.500 og 10.000 fólk doyðu teir fyrstu dagarnar. Í einari frágreiðing um vanlukkuna, sum er gjørd í sambandi við 20 ára dagin, sigur felagsskapurin, at onnur 15.000 eru deyð av eitranini seinni, og at fleiri túsund onnur hava fingið álvarssamar sjúkur, ið ikki kunnu lekjast.
Vaknaðu ikki aftur
Tey, sum búðu næst verksmiðjuni hjá Union Carbide vanlukkunáttina, doyðu beinanvegin, tá tey fingu ta eitraðu luftina niður í seg. Av tí at hetta hendi um náttina, lógu tey flestu og svóvu, og tey vaknaðu ongantíð aftur. Tey, sum vóru uppi, fullu alt fyri eitt í óvit, og hóast mong royndu at flýggja, vísti tað seg at vera vónleyst, tí eiturskýggið breiddi seg skjótt.
Hóast tey flestu doyðu eftir lítlari løtu, fingu tey ikki nakran lættan deyða, heldur tvørturímóti. Pínan var ræðulig, og tey ønskriligu skríggini vóru at hoyra um allan býin.
Fólkið í Bhopal var eins og nógva aðrastaðni í India tá fátækt og óvitandi um vandar við eiturevnaframleiðslu, og tí skiltu tey flestu als ikki, hvat tað var, sum hendi.
Vísa alt frá sær
Nýggja frágreiðingin hjá Amnesty International er bersøgin lesnaður. Union Carbide fær av at vita. Men tað órógvar neyvan leiðsluna har, tí hon hevur verið fyri ábreiðslum øll tey 20 árini, sum farin eru síðani vanlukkuna. Men tær hava ikki rinið við, og fyritøkan hevur alla tíðina sýtt fyri at átaka sær skyldina av tí, sum hendi.
Bæði Amnesty International og sakførararnir hjá teimum, sum gjørdust sjúk av eitrinum, hava víst á, at trygdarskipaninar á verksmiðjuni í Bhopal vóru alt ov vánaligar, men heldur ikki tað vil amerikanska fyritøkan viðganga.
- Tað er ófatiligt, at eingin er drigin til svars fyri tað, sum hendi, skrivar Amnesty International í nýggju frágreiðingini. Felagsskapurin vísir eisini á, at longu undan vanlukkuni høvdu fólk í Bhopal kært seg um, at drekkivatnið var vorðið dálkað, men enn tann dag í dag drekka fólk í býnum dálkað vatn, uttan at Union Carbide hevur rætt hond frá síðu fyri at rudda eftir sær, stendur í frágreiðingini.
Neyðugt við reglum
Tað er nú ikki bara Union Carbide, sum hevur víst líkasælu í sambandi við vanlukkuna, tí heldur eingin annar hevur viljað játtað pengar til at kanna, hvussu umfatandi avleiðingarnar av vanlukkuni veruliga vóru. Kortini verður hildið, at umleið 100.000 fólk dragast við mein, sum tey hava fingið av eitrinum, og kanningar hava eisini víst, at børn eru fødd við varandi likamligum og sálarligum meini.
Amnesty International vísir á, at vanlukkan í Bhopal skelkaði allan heimin og setti spurnartekin við, hvørjar ábyrgdir og skyldur myndugleikar og fyritøkur hava í sambandi við ídnaðarvanlukkur, sum krevja mannalív og oyðileggja umhvørvið á staðnum.
- Men nú 20 ár seinni hevur eingin víst teimum raktu áhuga, og tey hava heldur ikki fingið nakra sjúkraviðgerð. Union Carbide hevur ikki lagt í at rudda økið, har verksmiðjan var, og tað hevur gjørt, at umhvørvið og drekkivatrnið í økinum er dálkað, skrivar Amnesty International í nýggju frágreiðingini.
Felagsskapurin sóknast eftir einum heimsumfatandi lógarverki, sum skal forða altjóða fyritøkum at skáka sær undan sínum skyldum.