kundu hugsað sær at skriva undir og tey halda tað er rætt at tey eisini fáa møguleikan. Sostatt fara tey nú at ganga hús úr húsi í ymsum bygdum í Suðuroy fyri at geva fólki høvi til at skriva undir. [...] báðar gjørt av at halda fram við innsavningini. Tær siga, at tær hava fingið so nógvar áheitanir frá fólki, sum onkusvegna ikki hava fingið høvið til at skriva undir, at tær nú fara at taka innsavningina [...] hevur fyri tað mesta ligið í ymsum handlum og tað hevur gjørt, at tað eru mong, sum ikki hava havt høvi til at skriva undir. Tær siga, at áheitanirnar, tær hava fingið, vísa, at tað er rættiliga nógv fólk
verið siður hjá skúlabørnum at fara í kirkju uppundir jól, sum ein liður í endanum av farna árinum. Hetta er ikki nøkur vanlig guðstænasta, skilt á tann hátt, at tað er ikki prestur og deknur, sum skipa [...] børnunum at skilja og hevur teirra áhuga. Onkuntíð plagi eg at brúka tað, at eg fortelji eina jólasøgu við kristnum innihaldi, sum eisini er upplýsandi. Heri Joensen sigur, at hann plagar eisini at royna [...] royna at fáa børnini við í prædikuna við at seta teimum ymsar spurningar og harvið gera prædikuna til eitt slag av dialogi. Hann sigur, at børnini eru ógvuliga áhugaði í hesum, kanska serliga tey lítlu. Sambært
World og lýsir hetta aðalmál hennara: at verja umhvørvið og geva okkum øllum ein reinari heim á búgva í. Johannes Engl, stjóri í fyritøkuni leggur dent á týdningin at skipa fyri slíkari stevnu í Føroyum, tí [...] átti at verið ?in? og áhugavert fyri øll tey fólk, sum seta eina reina náttúru og eitt reint umhvørvi í hásæti. -Tað er í tí smáa ? í einstøku heimunum, í skúlunum, á fyritøkunum, á sjúkrahúsunum, í bar [...] barnagørðunum og á ellisheimunum, at vit skulu seta skjøtil á royndirnar at fáa ein reinari heim. Kann hetta sameinast við at eitt lítið land sum Føroyar gongur á odda, kann hetta ikki verða betri sigur Johannes
Fleiri fakfeløg fara nú at mótmæla ætlanini hjá Sev at hækka prísin á streymi. - Føroyski løntakarin er so hart kroystur í dag, at hetta er als ikki stundin at hækka Sev, ella aðrar prísir, sigur Ingeborg [...] er altíð í ringum tíðum, at tað almenna leggur eyka byrðar á fólki. Men í løtuni er samfelagið í djúpari kreppu við hóparbeiðsloysi, so tað almenna átti heldur at roynt at lætt um hjá fólki í tíðum sum [...] verða við í mótmælisskrivinum, er ikki greitt enn. Men í hvussu so er verða Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðarafeløgini í Havn við. Men væntandi verða onnur feløg við eisini. Ingeborg Vinther sigur, at hon skilir
in, í samstarvi við landstýriskvinnuna í mentamálum, at taka spurningin um at útvega førleikamennandi tilboð upp við ALS? Vinnumálaráðharrin upplýsti á tingfundinum í dag, at hann hevur sett seg í samband [...] stýrið og at hann, ein av komandi døgunum, fer at viðgera støðuna saman við stýrinum í ALS. Eiga at hava eina neyðætlan Tað er tíbetur ikki hvønn dag, at so nógv arbeiðspláss fara fyri bakka í einum. Tá [...] virksemi kemur í gongd aftur, so eigur spurningurin um at framskunda arbeiðsskapandi íløgur eisini at verða viðgjørdur. Í einum framkomnum samfelag eigur ongin at detta niðurímillum orsaka av at arbeiðspláss
somuleiðis dugað at sæð, at tilfeingið av fiski er ikki óendaligt. - Hetta sama eru vit mitt í nú, ið ein stór kreppa er innan fiskivinnuna í Eystursjónum. Har uppliva vit í løtuni, at fleiri av fiskasløgunum [...] sum eg haldi at fólkið í Svøríki átti at fingið størri kunnleika um, sigur Lars. Í Svøríki finst jú eitt vælkent Kunstakademi, og hagar áttu føroyingar at leitað sær. Og eisini áttu sviar at leita sær hendavegin [...] áhugavert, sigur Lars. Óhugsandi er tí ikki, at eitt føroyskt framtak verður í Svøríki komandi ár, har m.a. JFK fer at eiga ein týðandi leiklut. Men tað var kortini ikki bert fiskur og fiskivinna á skránni
hann ikki undir nøkrum umstøðum tekur undir við uppskotinum. Í framsøgurøðu síni í løgtinginum er hann prúa greiður: – Tað kemur ikki upp á tal at samtykkja uppskot, sum eg ikki kenni, segði hann í eini [...] nógv vanvittugt í tí, sum vit kenna úr hasum uppskotinum. Hvussu nógv vanvittugt stendur so í tí, sum vit ikki kenna, spyr Jenis av Rana. – Vit kenna als ikki hetta uppskotið. Og hetta er ikki eitt uppskot [...] uppskot um at byggja ein tunnil, men júst tað øvugta. Hetta er eitt uppskot um ikki at byggja ein tunnil, tí við hesum sleppu privata felagið at útseta ætlanina líka til 2021, segði hann.
hjálm til øll tey, sum eru í bilinum. Alt hetta ger eisini, at tað ikki bara er sum at siga tað at loyva einum bussi fullum av fólki ígjøgnum tunnilin onkran dag, tá Teistin ikki siglir vegna veður, brim [...] verið ein møguleiki at koyrt við bussi ígjøgnum tunnilin slíkar dagar. Karlot Hergeirsson sigur, at tað kemur fyri, at onkur spyr um at sleppa ígjøgnum tunnilin, men hetta hendir ikki ofta. - Her hava vit [...] greiða linju sum sigur, at eingin sleppur at koyra ígjøgnum tunnilin uttan í neyðsynjarørindum. Hetta merkir, at tað bara er átrokandi sjúkraflutningur, sum sleppur ígjøgnum eftir avtalu í hvørjum einstøkum
Foreldur at børnum á 11 stovnum heita nú á allar partarnar í ósemjuni um at taka samráðingarnar upp aftur - Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli í eina góða viku, og í hesum tíðarskeiði hava allir f [...] við í hesi undantaksstøðu. - Hetta eru alt neyðloysnir, sum ikki kunnu halda fram. Sum skilst hevur lítið samband verið millum partarnar og lítið tykist røkjast fyri, at samráðingarnar eru ávegis at vera [...] frítíðarskúlar verið stongdir. - Hetta er til stóran ampa fyri bæði børn og foreldur. Tey siga at nógvar kreativar loysnir vera royndar, avspáking, flex-tíð, foreldur, sum skiftast at heinta børn hjá hvørjum øðrum
øðrum. - Hetta skal tó ikki skiljast sum, at vit siga at alt er rætt, ið verður framleitt í føroyskum fjølmiðlum. Men tað er ein munur á, at verða kritiseraður fyri nakað, ið ikki er nóg gott, og so at dømast [...] berandi element í okkara samfelag, ið ikki bara kann stinga halin millum beinini, tí onkur valdsharri finst at teimum. Tað sigur Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum Føroysk Miðlafólk, í viðmerking til [...] til dómin í Eystara landsrætti í morgun. Nevndarlimurin í Føroysk Miðlafólk fegnast um, at dómurin hevur staðfest, at einki var galið við tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum. - Tað hevur eydnast Jørgen