Fleiri fakfeløg fara nú at mótmæla ætlanini hjá Sev at hækka prísin á streymi. - Føroyski løntakarin er so hart kroystur í dag, at hetta er als ikki stundin at hækka Sev, ella aðrar prísir, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Fakfeløgini eru nú ferð við at orða eitt skriv, sum tey í felag fara at senda Sev ein av fyrstu døgunum og har tey mótmæla ætlaðu príshækkingini á streymi.
Hvussu nógv fakfeløg verða við í mótmælisskrivinum, er ikki greitt enn. Men í hvussu so er verða Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðarafeløgini í Havn við. Men væntandi verða onnur feløg við eisini.
Ingeborg Vinther sigur, at hon skilir ikki, hví Sev førir fram, at tað verður ein vanlukka fyri felagsskapin, fæst ikki loyvi til at hækka prísin á streymi.
- Prísurin á streymi er dýrur og Sev má eisini taka tær ringu tíðirnar upp á seg og halda aftur, akkurát, sum øll hini, hóast tað merkir, at tað verður neyðugt at steðga á við ymsum ætlanum.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hækkar prísurin á streymi 15 oyru fyi hvønn kilowatt tíma, merkir tað eina eyka útreiðslu, sum ríður um einar 1000 krónur um árið fyri hvørt húsarhald, alt eftir, hvussu stór nýtslan er.
Hetta kemur so afturat øllum øðrum brúkaragjøldum, sum tað Løgtingið hevur sett í verk í almannaverkinum, í barsilsskipanini og aðrastaðni, umframt at avgjaldið á olju og bensini verður hækkað.
- Tað er altíð í ringum tíðum, at tað almenna leggur eyka byrðar á fólki. Men í løtuni er samfelagið í djúpari kreppu við hóparbeiðsloysi, so tað almenna átti heldur at roynt at lætt um hjá fólki í tíðum sum hesum, sigur Ingeborg Vinther.










