Politikkur
Miðnámsskúlanæmingar í Vági hava savnað undirskriftir fyri at flyta Miðnámsskúlan í Vági til Hovs. Hetta hendir í kjalarvørrinum av fundinum millum landsstýrið og Vágs Býráð, har landsstýrið legði fram hugsanir um røktarheim í Vági, um ein skúladepil verður bygdur í Hovi, ið eisini skal fevna um miðnámsskúla.
Klokkan 19 fríggjakvøldið handaðu stigtakararnir borgarstjóranum í Vági, Jógvani Krosslá, tær 507 undirskriftirnar. Ingibjørg Thomsen úr Sandvík, og Sunniva Mortensen av Tvøroyri, siga, at tað eru ikki bert fólk úr norðara partinum í Suðuroynni, ið hava skrivað undir, men eisini úr t.d. Vági og Sumba.
Tær báðar tóku stig til innsavningina og kundu fríggjakvøldið handa borgarstjóranum heilar 507 undirskriftir.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, takkaði teimum báðum, men hansara viðmerking er annars, at tá Vágs Býráð á fundinum við landsstýrið havnaði hugsanunum um røktarheim í staðin fyri miðnámsskúla, so var hetta ein einmælt avgerð. Og undirskriftirnar tekur býráðið til eftirtektar, men hetta broytir ikki støðutakanina hjá Býránum.
Umframt Vágs Býráð, hava tær báðar eisini sent løgmanni og løgtingsmonnunum Hendrik Old og johan Dahl, undirskriftirnar
Savna fleiri undirskriftir
Síðani undirkrisftirnar vórðu handaðar, hava tær báðar gjørt av at halda fram við innsavningini.
Tær siga, at tær hava fingið so nógvar áheitanir frá fólki, sum onkusvegna ikki hava fingið høvið til at skriva undir, at tær nú fara at taka innsavningina uppaftur.
Adressan hevur fyri tað mesta ligið í ymsum handlum og tað hevur gjørt, at tað eru mong, sum ikki hava havt høvi til at skriva undir.
Tær siga, at áheitanirnar, tær hava fingið, vísa, at tað er rættiliga nógv fólk afturat, sum kundu hugsað sær at skriva undir og tey halda tað er rætt at tey eisini fáa møguleikan.
Sostatt fara tey nú at ganga hús úr húsi í ymsum bygdum í Suðuroy fyri at geva fólki høvi til at skriva undir.










