Gidsel er "ársins ítróttarnavn" í Danmark

Ítróttar-Danmark lønti Mathias Gidsel fyri eitt fantastiskt 2025

Høvdingar hittast í bundesliguni (Mynd: Handnews)

Hann er heimsins besti hondbóltsleikari, liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, Mathias Gidsel.

 

Í 2025 vann hann HM-gull við Danmark, og hann var oddvitin, tá Füchse Berlin á fyrsta sinni vann meistaraheitið týsku bundesliguni. Eitt sera minniligt ár. 

 

Fyri síni frálíku avrik lønti Ítróttar-Danmark Mathias Gidsel við at útnevna hann: "ársins ítróttarnavn" í Danmark. 

 

Hinir báðir, ið vóru tilnevndir vóru súkkluíðkararnir, Jonas Vingegaard og Mads Pedersen, men teir máttu finna seg í, at Gidsel gav teimum bakhjól, sum danskarar plaga at taka til. 

 

 

 

 

 

Høvdingar hittast í bundesliguni (Mynd: Handnews)