Nú eru átta fólk eyðmerkt eftir eldin í Sveis

Fýra offur afturat eru eyðmerkt eftir eldsbrunan á barrini Le Constellation í Crans-Montana í Sveis nýggjársaftan.

Mynd: Robin Millard/AFP/Ritzau Scanpix

Tey fýra eru sveisiskir ríkisborgararnir - tveir menn og tvær kvinnur - í aldrinum 18 til 24 ár, upplýsir løgreglan í kantoninum Valais sambært tíðindastovuni Reuters.

Harvið er samlaða talið av eyðmerktum offrum komið upp á átta. Tey fýra fyrstu vórðu eyðmerkt í gjár.

Umleið 40 fólk lótu lív í eldinum.

 

Mynd: Robin Millard/AFP/Ritzau Scanpix