Jól
Seinastu 20-30 árini hevur tað verið siður hjá skúlabørnum at fara í kirkju uppundir jól, sum ein liður í endanum av farna árinum. Hetta er ikki nøkur vanlig guðstænasta, skilt á tann hátt, at tað er ikki prestur og deknur, sum skipa fyri. Jólaguðstænastan hjá skúlunum er tann guðstænastan, har børnini sjálvi sleppa at skipa fyri.
Heri Joensen, prestur, hevur longu nú verið við til fleiri av jólaguðstænastunum hjá skúlunum. Í gjáramorgunin var hann til dømis í kirkjuni í Kirkjubø, har Velbastaðar skúli og barnagarður høvdu jólaguðstænastu.
? Hetta er ein hugnaløta fyri skúlabørnini, har skúlabørnini sleppa at vera ein liður í sjálvari guðstænastuni, sigur Heri Joensen, prestur.
Skúlabørnini skipa fyri guðstænastuni. Tað vil siga, at ein skúlanæmingur lesur inngangsbøn, ein annar útgangsbøn, næmingar spæla pre-og postludium á klarinett, blokkfloytu ella okkurt líknandi. Onkur næmingurin lesur síðani jólaevangeliið. Men hvør er so leikuluturin hjá prestinum í eini slíkari guðstænastu?
? Presturin skal halda eina stutta prædiku, greiðir Heri Joensen víðari frá.
? Eg royni at gera tað soleiðis, at tað verður ein prædika, sum ikki er ov tung og torskild, men er løtt hjá børnunum at skilja og hevur teirra áhuga. Onkuntíð plagi eg at brúka tað, at eg fortelji eina jólasøgu við kristnum innihaldi, sum eisini er upplýsandi.
Heri Joensen sigur, at hann plagar eisini at royna at fáa børnini við í prædikuna við at seta teimum ymsar spurningar og harvið gera prædikuna til eitt slag av dialogi. Hann sigur, at børnini eru ógvuliga áhugaði í hesum, kanska serliga tey lítlu.
Sambært Hera Joensen er tað ikki bara týdningarmikið, at tað er ein guðstænasta. Tað, sum er meira týdningarmikið er, at tað eru børnini sum skipa fyri henni.
Uppmøtingin er góð til guðstænasturnar. Kirkjurnar eru allar fullsettar og er hetta ein góður endi av tí farna árinum.









