Higartil hava tríggir samgongulimir boðað frá, at teir taka ikki undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard og landsstýrissamgonguni um Skálafjarðartunnilin. Umfram Bjarna Djurholm og Bárð Nielsen ger Jenis av Rana nú greittí løgtinginum, at hann ikki undir nøkrum umstøðum tekur undir við uppskotinum. Í framsøgurøðu síni í løgtinginum er hann prúa greiður:
– Tað kemur ikki upp á tal at samtykkja uppskot, sum eg ikki kenni, segði hann í eini sera hvassari røðu.
Jenis av Rana segði, at hann vónaði, at vit hava ein Edward Snowden onkustaðni, sum kann leka út teir upplýsingar, sum Kári P. Højgaard heldur duldar fyri løgtinginum.
Jenis av Rana kallaði uppskotið eitt hulduuppskot.
– Tá tað stendur so nógv vanvittugt í tí, sum vit kenna úr hasum uppskotinum. Hvussu nógv vanvittugt stendur so í tí, sum vit ikki kenna, spyr Jenis av Rana.
– Vit kenna als ikki hetta uppskotið. Og hetta er ikki eitt uppskot um at byggja ein tunnil, men júst tað øvugta. Hetta er eitt uppskot um ikki at byggja ein tunnil, tí við hesum sleppu privata felagið at útseta ætlanina líka til 2021, segði hann.