- Eitt herðaklapp til álítandi journalistikk

Nevndarlimur í Felagnum Føroysk Miðlafólk fegnast um dómin í Eystara landsrætti.

- Man skal síggja hetta sum nakað størri enn eitt stríð millum Jørgen Niclasen á einari síðuni og kringvarpsfólkini og Svein Tróndarson á hinari síðuni. Hetta er eitt herðaklapp til haldgóðan og álítandi journalistikk. Kritiskur journalistikkur er eitt berandi element í okkara samfelag, ið ikki bara kann stinga halin millum beinini, tí onkur valdsharri finst at teimum.


Tað sigur Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum Føroysk Miðlafólk, í viðmerking til dómin í Eystara landsrætti í morgun.


Nevndarlimurin í Føroysk Miðlafólk fegnast um, at dómurin hevur staðfest, at einki var galið við tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum.


- Tað hevur eydnast Jørgen Niclasen og øðrum persónum í Føroyum, at gera hetta og annað til eitt stríð, har Kringvarpið er ein mótpartur, men dómurin staðfestir, at miðilin hevur álítandi og rættan journalistikk.


Dómurin er eisini eitt slag til tey, ið sita við valdinum. Eini boð um, at tey mugu tola eitt sindur, og kunnu ikki bara leggja eftir journalistunum.


Samstundis metir fyrrverandi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, at hetta er ein áminning til tey, ið hav ábyrgd fyri tíðindaflutningi á teimum ymiskum miðlunum at stuðla teirra starvsfólkum.


- Hetta er eisini ein áminning til blaðstjórar, stjóran og tíðindaleiðarar, um at stuðla sínum starvsfólkum, tá tey gera eitt gott arbeiði. Tey sum arbeiða við tílíkum málum kunnu koma í hóslag við valdsharrar. Tá er týdningarmikið, at tey ikki verða bangin, men fáa fullan stuðul frá teirra stjórum, tíðindaleiðarum og øðrum. Tí tað kann verða óbehagiligt, tá tú verður hóttur við stevning og øðrum.


- Hetta skal tó ikki skiljast sum, at vit siga at alt er rætt, ið verður framleitt í føroyskum fjølmiðlum. Men tað er ein munur á, at verða kritiseraður fyri nakað, ið ikki er nóg gott, og so at dømast í rættinum fyri ærumeiðing.


Øssur Winthereig øtast við tankan um, at tey fýra tíðindafólkini kundu verið dømd fyri einans at gera teirra arbeiði.


- Vit í felagnum meta, at tað hevði verið eitt bakkast fyri føroyskan journalistikk, um trý starvsfólk í Kringvarpinum og stjórin í Dimmalætting vórðu dømd fyri ærumeiðing, bara tí tey hava framt vanliga journalistikk.