Als ikki nøktandi
Vit hava fingið upplýst, at stóri parturin av hesum fólkum hava havt so lítla inntøku, at útgjaldið, ið tey fáa úr arbeiðsloysisskipani, er so lágt, at tey ikki klára seg við tí.
Spurningar til vinnumálaráðharran
Fyri at varpa ljós á hetta mál, hevur undirritaða í dag sett vinnumálaráðharranum hesar spurningar.
Fer landstýrismaðurin at taka spurningin um lága útgjaldið til tey arbeiðsleysu í fiskavirkingsvinnuni, upp við ALS?
Fer landstýrismaðurin at taka upp samband við landstýriskvinnuna í almannamálum, fyri at fáa trygd fyri, at tey arbeiðsleysu, ið hava tað fyri neyðini, fáa forsorgarhjálp, sum ískoyti til ALS útgjaldið?
Fer landstýrismaðurin, í samstarvi við landstýriskvinnuna í mentamálum, at taka spurningin um at útvega førleikamennandi tilboð upp við ALS?
Vinnumálaráðharrin upplýsti á tingfundinum í dag, at hann hevur sett seg í samband við ALS stýrið og at hann, ein av komandi døgunum, fer at viðgera støðuna saman við stýrinum í ALS.
Eiga at hava eina neyðætlan
Tað er tíbetur ikki hvønn dag, at so nógv arbeiðspláss fara fyri bakka í einum. Tá ið hetta hendir, er tað ein neyðstøða, ikki bert fyri tey ið tað rakar, men fyri alt samfelagið. Tí eiga avvarðandi myndugleikar at hava eina neyðætlan, sum í minsta lagi tryggjar, at tey arbeiðsleysu fáa eitt nøktandi útgjald, og at tiltøk verða sett í verk beinanvegin, so tilboð um skeið og aðra viðkomandi førleikamenning stendur teimum í boði, sum verða rakt av arbeiðsloysi. Eru útlit fyri, at longri tíð kann ganga innan virksemi kemur í gongd aftur, so eigur spurningurin um at framskunda arbeiðsskapandi íløgur eisini at verða viðgjørdur.
Í einum framkomnum samfelag eigur ongin at detta niðurímillum orsaka av at arbeiðspláss fara av knóranum.
a