Sviar hava nógv at læra av føroyingum

- Tað eru nógvir møguleikar í samstarvinum millum Svøríki og Føroyar. Vit skulu bara finna teir og síðani fara til verka, sigur Lars Grundberg, svenskur sendiharri í Danmark eftir vitjan sína í Føroyum.

Samstarv: - Í dag er ikki javnvág í útflutninginum av vørum millum Svøríki og Føroyar. Sviar útflyta fyri einar 200 mió um árið, meðan føroyingar einans útflyta fyri ein fjórðing ella fimting av hesum.
- Hetta kunnu vit gera nakað við. Og tað er tí eingin loyna, at vit fegin síggja enn fleiri føroyskar vørur á svenska marknaðinum, sigur Lars Grundberg.
Eftir ferð sína í Føroyum kann hann bara staðfesta, at føroyingar kunnu læra nógv av svium. Men sviar kunnu so sanniliga eisini læra nógv av føroyingum, m.a. tá talan er um fiskivinnuna á landi og sjógvi.
- Tit vita, hvat tað vil siga at liva í samsvari við náttúruna. Og tit hava somuleiðis dugað at sæð, at tilfeingið av fiski er ikki óendaligt.
- Hetta sama eru vit mitt í nú, ið ein stór kreppa er innan fiskivinnuna í Eystursjónum. Har uppliva vit í løtuni, at fleiri av fiskasløgunum er hótt, sigur Lars Grundberg.
Hann hevur hesa vikuna verið á vitjan í Føroyum saman við konu síni, Gunnhild. Og skal ein ganga eftir tí sum hann sigur, so verður hann skjótur aftur.
Skráin hesaferð loyvdi teimum ikki at hitta teir umleið 30 sviarnar, sum búgva í Føroyum. Men tað ætla tey so á næstu vitjanini.

Ambitiónir í Klaksvík
Gunnhild og Lars Grundberg hava vitjað ymsastaðni kring landið, m.a. í Havn, Eysturoynni og í Klaksvík, har tey hava hitt politikkarar, vinnulívsfólk og eisini svenska aðalkonsulin í Føroyum, Bjørn á Heygum.
Eitt, sum tey gjørdust sera ovfarin av var, hvussu væl fiskivinnan var skipað í Klaksvík, og her serliga innan virksemið hjá JFK.
- Vit sóu her, hvussu framleiðslan fór fram á virkinum, um skipini, og um teirra ætlanir og ambitiónir fyri framtíðina. Hetta var sera áhugavert, sigur Lars.
Óhugsandi er tí ikki, at eitt føroyskt framtak verður í Svøríki komandi ár, har m.a. JFK fer at eiga ein týðandi leiklut.
Men tað var kortini ikki bert fiskur og fiskivinna á skránni undir steðginum hjá svenska sendiharranum.
Tey fingu eisini eyguni upp fyri nógv øðrum viðurskiftum, sum samstarvast kann meiri um í framtíðini.
- Tit eiga ótrúliga góðar sniðgevar her á landi. Teir hava sín egna smak, sum onnur áttu at sloppið at sæð, sigur hann.

Listarfólk í heimsflokki
- Tit føroyingar hava eina serstaka mentan, serstaka list og eitt serstakt mál, sum eg haldi at fólkið í Svøríki átti at fingið størri kunnleika um, sigur Lars.
Í Svøríki finst jú eitt vælkent Kunstakademi, og hagar áttu føroyingar at leitað sær. Og eisini áttu sviar at leita sær hendavegin.
- Eg havi sæð, at tit eiga listarfólk í heimsflokki. Og tað er eitt heilt ótrúliga ríkt mentanarlív, sum finst her í Føroyum.
- Tí skilji eg eisini væl, at stóri listarmálarin, Ingálvur av Reyni verður so nógv virdur og nú saknaður, sigur Lars.
Fyri hann eru Føroyar sum ein bensinstøð hjá listarfólkum, har tey hava bestu møguleikar at fáa ífyllu og íblástur til verk síni.

Kulinariskt
Ferðavinna og handil hoyra sjálvandi eisini við til eitt samstarv millum tvey slík umráðir.
Svenski sendiharrin vísti á, at sviar hava eitt veruligt ynski fyri samstarvi við føroyingar, bæði tá talan er um handil, mentan, útbúgving og onnur øki.
Í Svøríki finst eitt serstakt kulinariskt akademi, har ein kann fáa sær eina góða útbúgving sum kokkar og annað innan hotellvinnuna.
- Vinnumálaráðharri tykkara Bjarni Djurholm hevur sjálvur vitjað henda skúlan. Og hetta skuldi tí verið ein góður møguleiki hjá føroyingum at leita sær í lestrarørindum, sigur Lars Grundberg.