Reingerð og umhvørvi
Við á stevnuni verða umboð fyri ENJO-vørur ymsa staðni í heimi, eitt nú heilt úr Japan. Eisini grannaland okkara Ísland er umboðað. Aðalumboð fyri Føroyar eru Tórharda Bláhamar og Sámal Bláhamar. Stjórin fyri ENJO, Johannes Engl, sum eisini er alheims forsetin fyri fyritøkuna, og sum saman við faðiri sínum, hevur uppfunnið serstaka tægratilfarið, sum er kollveltandi kjarnan í reinsivørunum, fer at standa fyri stevnuni, ið er ætlað lands- og kommunalpolitikarum, skúlafyrisitingum, fjølmiðlafólki og øðrum, ið varða av reingerð av skúlum, stovnum, fyritøkum.
ENJO International marknaðarførir seg undir rakstrarheitinum Clean The World og lýsir hetta aðalmál hennara: at verja umhvørvið og geva okkum øllum ein reinari heim á búgva í.
Johannes Engl, stjóri í fyritøkuni leggur dent á týdningin at skipa fyri slíkari stevnu í Føroyum, tí kanska er tað nettupp eitt lítið land sum Føroyar, sum kann vísa umheiminum á týdningin tað hevur at ganga undan við einum reinum umhvørvi. Hóast talan er um eina stevnu fyri innflytarar av ENJO-vørum kring allan heimin, so metir Johannes Engl, at serstaka tægratilfarið at reinsa og vaksa við átti at verið ?in? og áhugavert fyri øll tey fólk, sum seta eina reina náttúru og eitt reint umhvørvi í hásæti.
-Tað er í tí smáa ? í einstøku heimunum, í skúlunum, á fyritøkunum, á sjúkrahúsunum, í barnagørðunum og á ellisheimunum, at vit skulu seta skjøtil á royndirnar at fáa ein reinari heim. Kann hetta sameinast við at eitt lítið land sum Føroyar gongur á odda, kann hetta ikki verða betri sigur Johannes Engl, sum heldur Føroyar eiga eina ótrúliga vakra náttúru, sum fólk eru góð við, og tí heldur hann tað eisini vera rætt at seta fokus á teir eginleikar, sum tægratilfarið, ið er grundarlagið undir ENJO-herferðini, hevur.
Alt hetta snýr seg í høvuðsheitum um ein vaskiklút, sum er gjørdur úr serstakum tæðrum, fibrum, og sum ger, at nýtslan av sápu kann minkast við 90% ella meira. Til reingerð við hesum klúti verður bert vatn brúkt. Tað snýr seg ikki bara um at halda náttúruna reina men er talan eisini um eina vøru, ið er betri fyri heilsuna hjá fólki. Her verður m.a. hugsað um tað ósunna ella skaðiliga árin, sum sápa kann hava á børn í heiminum, á barnagørðum og skúlum.
ENJO-ævintýrið, um man kann kalla tað so, byrjaði fyri meira enn 10 árum síðani í tí fyri okkum føroyingar kenda feriulandinum Eysturríki, har faðir Johannes, Friedrich Engl, í arbeiði sínum til frama fyri einum reinari umhvørvi, kom fram á týdningin serstøku tægrarnir høvdu fyri reingerð. Tað byrjaði í smáum men í dag er talan um eina heimsumfatandi fyritøku og stórídnað, sum hevur umboð í nógvum londum, eitt nú Førooyum. Talan er um 30 ymsar vørur. Johannes Engl sigur, at eftirspurningurin er nógv vaksandi og er Ísland tað landið uppá íbúgva hevur tikið best ímóti vørunum. Hetta heldur Johannes hevur nakað við hugburðin hjá íslendingum til eitt vakurt og reint umhvørvi at gera. Sjálvur heldur hann, at Føroyar og Ísland eru tvey lond og fólk, ið líkjast nógv, og tí metir hann Føroyar, hóast smáar, at kunna blíva eitt av undangongulondunum fyri ENJO í framtíðini. Tað kundi verið áhugavert, at ein býur sum Tórshavn gjørdist eitt slag av royndardepli fyri nýggju tægravørurnar.
Hann heldur, at fólk sjálvandi skulu venja seg til hetta nýggja, hvørki at skula brúka sápu ella heitt vatn til nógv av reingerðini. Sæð frá einum globalum sjónarmiði, átti hetta eisini at verið rætta leiðin at ganga og fer Johannes Engl eisini á ráðstevnuni í Føroyum at greiða frá júst hesum týdninginum. Hann viðgongur tó, at tað tekur sína tíð at fáa boðskapin út, tí stór kapping er frá vanligu reingerðarvørunum, sum fólk hava vant seg við og hava ilt við at leggja av at brúka. Men tað er sum á so nógvum øðrum økjum í heiminum, eisini í reingerðini við atliti til reint og sunt umhvørvi, at neyðugt er við eini hugburðsbroyting, og hon tekur tíð.
Klútarnir oa. frá Enjo kann ikki keypast í vanligum handlum. Tú skal hava samband við umboðini. Hetta er tí, at tað krevst eisini vegleiðing til at brúka vørunar rætt. ?Vit hava eina framúrskarandi vøru, men hon er bert framúrskarandi, um tú dugur at brúka hana leggur eysturríkski stjórin aftrat.
Sámal Bláhamar, sum saman við konuni Tórhardu, eru aðalumboð fyri Føroyar, sigur, at hann alt sítt lív hevur verið dekkmaður og arbeitt sum danskur forhandlari. Nú sleppur hann at sita við altjóða borðið umboðandi Føroyar og tað hevur stóran týdning fyri hann og konuna. Tað er einki nýtt, at tey bæði hava gingið undan, tá tað snýr seg um sunt og heilsuríkt menniskjansligt umhvørvi eitt nú í sambandi við gerandis kost. Nú vóna tey so at kunna ávirka føroyingar til eisini at gera tað meira liviligt við ikki at brúka vanlig reingerðarevni, sum kunnu vera heilsuskaðilig umframt at dálka umhvørvið.
Millum luttakararnar til ráðstevnuna í Føroyum eru Hans og Barbara, sum eiga ENJO í Australia, sum er ein tann skjótasta vaksandi fyritøka í miðalstødd í Australia. Londini, sum verða umboðað á ráðstevnuni, eru: Avstralia, Ny Sæland, Danmark, Ísland, Stóra Bretland, Italia, Japan, Holland, Noreg, Eysturríki, Svørríki, Singapor, Kanada, India og Føroyar.