at samanbera teir við keyboardrockarar úr áttatiárunum sum til dømis House Of Lords, Dare og Alien. Men Him eru tó munandi meiri nútímans, serliga við væl umhugsnaðari nýtslu av akustiskum ljóðførum og [...] Valo. Ùrslitið er djarvt og øðrvísi, uttan at røkka somu hæddir sum upprunaliga útgávan av sanginum, men sum eksperiment er tað tó bæði flott og fascinerandi. À fyrsta lagnum Your Sweet 666 eydnast tað hjá [...] góðsku og framførðslu. Saman við øðrum framúrskarandi løgum so sum Gone With The Sin, Razorblade Kiss og I Love You eru hesar framførðslur imponerandi brotpartar av eini flottari og vælstoyptari heild, har løgini
sunnukvøldið. Seinasti kansurin var í felags valsendingini hjá útvarpinum og sjónvarpinum mánakvøldið. Men har var heldur ongin Finnbogi at hoyra. Og tað ger Finnboga Ísakson til einasta valevnið hjá tjóðv [...] báði í sjónvarpinum sunnukvøldið og í felags valsendingini hjá útvarpi og Sjónvarpi mánakvøldið. Men hetta datt alt niðurfyri. Orsøkin var, at Finnbogi Ísakson kravdi so nógva talitíð, at tað bleiv ovboðið [...] flokkur 15 minuttir. Og Finnbogi Ísakson kravdi at fáa allar alla talitíðina hjá Tjóðveldisflokkinum. Tá i hini valevnini ikki vildu tað, gjørdi løgtingsmaðurin í Suðurstreymoy av at boykotta valstríðið hjá
hava teir lagt allan heimin fyri sínar føtur, men í farna vikuskifti spældi bólkurin klassiskan tónleik. Í Berkley í amerikanska statinum Kalifornia hev_i bólkurin eina konsert saman vi_ The San Francisco [...] vígslu í San Fransisco hósdagin. Hetta er, sum áðurnevnt, fimtu ferð, at Don Johnson verður giftur, men tvær tær fyrstu ferðirnar hava vígslurnar verður ógyldugar. Filmssjónleikarin hevur eisini verið giftur
2. deild menn: KÍ-HB 2-5 (2-2) Í seinna hálvleiki av dystinum millum javnaldrarnar KÍ og HB vísti liðið úr Havn, at teir vóru í betri venjingarstøðu, og teir vunnu seinnu 45 minuttirnar 3-0, eftir at tað [...] spældu við 2. liði hesaferð, og Finn Baldvinsson, Olgar Danielsen og Ovi Nysted gjørdu góðan mun. Men aðrir á 2. deildarliðnum eru ikki í fullgóðari venjing, og tað merktist seinnu trý korterini. HB kom [...] tá Pætur Dahl skoraði. Súni Fríði Johannesen (hevur verið plágaðu av skaða, og fær tí dystarvenjing i lægru deildunum) spældi út frá, og so sendi Pætur Dahl í netið. Toppskjúttin hjá KÍ, ídni og vandamikli
hvørki »kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur« ella »selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin«. Men fyri tað kann tað vera góður politikkur at gera ymsar fyrireikingar til at fáa hendur á bitanum og [...] við. Eitt ítøkiligt dømi er tann intensiónsavtalan um samarbeiði millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen i Stavanger, og Intensiónsavtalan millum Teknisku skúlarnar í Havn og í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla [...] tikið hesa serútbúgvingina fyri at gerast førir fyri sjálvir at fara út at arbeiða í oljuvinnuni, men fyri at útvega sær førleika fyri at undirvísa øðrum, soleiðis at føroyingar gerast betri fyrireikaðir
Í fjør skipaði Tórshavnar kommuna fyri "ung í ar-beiði", og tað skulu teir eisini hava rós fyri! Men hví avmarka tíðarskeiðið hjá hvørjum næmingi til 2 vikur?? (tað fingu vit at vita, og soleiðis var [...] gera hjá ungum, enn at rudda! Vit kunnu nevna t. d. varðarnar eftir teimum gomlu bygdagøtunum, krá-i-r-nar, rossagøtur higar og hag-ar, fríðking av økjum, sum ikki verða sædd vanliga av meiniga manninum [...] klárur yvir, at slík arbeiði ikki skulu máa grundarlagið undan nøkr-um vinnurekandi ella tím-a-løntum, men hevur nakar nakrantíð hugsað um at lag-að nakrar varðar ella krá-ir upp ella goldið í dýrar dóm-ar
drivin av øllum fýra hjólunum, men kraftin verður deild elektroniskt millum for- og bakhjólini, soleiðis at bilurin undir vanligari koyring verður mest drivin av forhjólunum, men tá tað er brúk fyri tí, taka [...] taka bakhjólini við eftir tørvi. Bilurin fæst við trimum ymiskum motorum, einum 2,0 litur VVT-i bensinmotori við 152 hk, og tveimum 2,2 litur D-4D-dieselmotorum við ávikavist 136 og 177 hk, báðir við co
og fyrst i 1983. F.R. David gjørdi í 1999 eina nýggja innspæling av Words, og sangurin fekk aftur luft undir veingirnar heima í Fraklandi. Words er uttan iva kendasti sangurin hjá F.R. David, men hann hevur [...] sangskrivaran og tónleikaran Mike Oldfield. Teirra kendasti sangur er uttan iva Moonlight Shadow, men mong mugu eisini kenna tann frálíka To France. Hon hevur eisini givið tónleik út sjálv, og av útgávuni
eina tílíka kunngerð. Men hóast tað var landsstýrismaðurin, sum bað um heimildina og fekk hana, bleiv hon ikki brúkt. Har kom eingin kunngerð, og hon er ikki komin enn tann dag i dag. Tað hevur nú fingið [...] an hjá eigara av fiskifari". Landsstýsismálanevndin nevnir ikki, hvat skipakeyp hon hevur kannað, men tað er komið fram fyrr, at talan er um handilin við Krúnborg/Fagrabergi. Í fyribilsniðurstøðuni skrivar
tekur sostatt ikki undir við sjónarmiðnum, sum ofta er frammi, at óndskapur í sær sjálvum ikki er til, men er úrslit av skaðiligum sosialum umstøðum. Sambært Vetlesen, er óndskapur tengdur at valinum og ábyrgdini [...] forðast. Tað vóru nevniliga ikki óndar ætlanir hjá altjóða samfelagnum, sum førdu til vanlukkuna, men heldur tað, sum ikki varð gjørt, sigur Vetlesen. Nærleiki ongin forðan Í fleiri førum mótprógva ka [...] sosialfilosofi og millum bøkurnar hann hevur skrivað kunnu nevnast Følelser og moral, Moralens sjanser i markedets tidsalder og Smerte. Evil and the Human Agency er útgivin á universitetsforlagnum í Cambridge