Nýggjur leiðari í SUV-klassanum

Toyota eru nú komnir við nýggjum RAV4. Tá fyrsti RAV4 kom á marknaðin í 1994, varð hann upprunin til eitt heilt nýtt bilkonsept, nevniliga teir sonevndu SUV. Bilurin hevur verið tann mest seldi í sínum klassa í Evropa

Toyota RAV4 hava í mong ár verið mest seldu SUV (Sports Utility Vehicle) í Evropa. Tá RAV4 av fyrstan tíð komu á marknaðin í 1994, vóru teir upprunin til hetta heilt nýggja bilkonseptið.
 
Síðan hevur RAV4 verið nýttur sum fyrimynd hjá nógvum bilmerkjum. Talan er um lættar frítíðarbilar, ið líkjast jeepum, teir eru høgir frá vegnum, hava lutfalsliga stór hjól og man situr høgt við góðum útsýni. RAV stendur fyri "Recreational Active Vehicle", og 4-talið stendur fyri 4x4. 
 
Innrættingin er sera liðilig, og lætt er at leggja setrini niður soleiðis at alt aftan fyri forsetrini verður eitt stórt vørurúm. Baksetrini kunnu stillast aftur og fram, soleiðis at viðførisrúmið kann broytast frá 410 til 513 litrar. RAV4 fæst eisini sum vørubilur. Instrumentborðið hevur heilt nýtt og smart design við Optitron-instrumentum, ið eru eins løtt at avlesa undir øllum ljósviðurskiftum.
 
Við Smart Entry og Smart Start- systemunum kann bilurin læsast upp og setast í gongd uttan lykil, bert lykilin er nærhendis.
 
Hesin nýggjasti er triðja generatión av RAV4. Meðan forgangarin fekst í tveimum støddum, eini stuttari útgávu við trimum hurðum og eini longri við fimm hurðum, fæst hesin bert í einari útgávu við fimm hurðum, ið er bæði størri og rúmligari enn forgangarin.
 
Nýggi RAV4 verður permanent drivin av øllum fýra hjólunum, men kraftin verður deild elektroniskt millum for- og bakhjólini, soleiðis at bilurin undir vanligari koyring verður mest drivin av forhjólunum, men tá tað er brúk fyri tí, taka bakhjólini við eftir tørvi. 
 
Bilurin fæst við trimum ymiskum motorum, einum 2,0 litur VVT-i bensinmotori við 152 hk, og tveimum 2,2 litur D-4D-dieselmotorum við ávikavist 136 og 177 hk, báðir við commonrail-innspræning.
 
RAV4 kann síggjast og roynast hjá Reyni Service. Prísirnir byrja við 245.600,- fyri vøruvognin og 324.600,- fyri persónbilin. 
 
 
Toyota RAV4 2,2 D-4D
 
Motorurin                  2,2 litur D-4D diesel 136 hk
                                 v. commonrail-innspræning
                                                  
0-100 km/t                 10,5 sek
 
Oljunýtsla                  15,2 km/l
 
Dekkstødd                 215/70-16
 
Stødd og vekt
Longd                        439,5 cm
Breidd                        181,5 cm
Hædd                         168,5 cm
Eginvekt                     1.449 kg
Viðførisrúm                410-513 litrar
 
Prísur                         kr. 275.600,- (vøruvognur)
                                  kr. 360.600,- (persónbilur)
                
Søluumboð                Reyni Service
                        Vegurin Langi
                        FO-188  Hoyvík
                        Tel. 353040
                        www.reyniservice.fo