Arbeiði í summarfrítíðini

Eg havi hugsað í fleiri ár, hví kommunur og landið ikki taka seg saman um eina skipan, har børn, ung og lættari tilkomin kunnu fáa arbeiði í frítíðini, tað veri seg summar- heyst- ella jólafrítíðini. Eg havi nøkur ung fólk í húsi, og tey skríggja eftir arbeiði og gera sanniliga eisini eitt stórt átak at fáa arbeiði, men sum øll-um kunnugt, so er tað ikki so lætt longur at fáa arbeiði sum fullkomiliga óroynd/ur, og í okkara føri er bara talan um feriuarbeiði

Sofus Joensen
Millum Bóla
Kollafirði


Í fjør skipaði Tórshavnar kommuna fyri "ung í ar-beiði", og tað skulu teir eisini hava rós fyri! Men hví avmarka tíðarskeiðið hjá hvørjum næmingi til 2 vikur?? (tað fingu vit at vita, og soleiðis var tað) Tað er annað at gera
hjá ungum, enn at rudda! Vit kunnu nevna t. d. varðarnar eftir teimum gomlu bygdagøtunum, krá-i-r-nar, rossagøtur higar og hag-ar, fríðking av økjum, sum ikki verða sædd vanliga av meiniga manninum (her hugsi eg kanska serliga um við-ar-lundina undir hotel Før-oyum, ið kundi verið gjørd um til friðarligasta og vakrasta blett í landinum), ella enntá hjálpa bøndrum við at reinsa nýlendi??
Eg eri klárur yvir, at slík arbeiði ikki skulu máa grundarlagið undan nøkr-um vinnurekandi ella tím-a-løntum, men hevur nakar nakrantíð hugsað um at lag-að nakrar varðar ella krá-ir upp ella goldið í dýrar dóm-ar fyri tað? Og
hvør ger rossagøturnar, sum nú er?? Hví ikki gjalda ungum fyri at gera nýggjar og spennandi gøtur og fríðka um tær verðandi? Her verður ikki tosað um smá-vegis arbeiði, tí hetta kann eisini viðlíkahaldast ár aftaná ár. Enntá sum summ--ar-frí-tíð-ar-a-r-beiði!!
At reinsað nýlendi ella enntá hegnað, vildi eg mett, at allir bøndur vildu fingið eina avtalu við kommunur og land um, tí samstundis sum bóndin fær arbeiðið gjørt, so fríðkar tað eisini um lendið!
Og hvør skal gjalda, og hvat kostar hetta, spyr helst onk-ur. Hvat kostar tað, at tey ungu ganga og ikki hava ein "skid" at gera?? Hvat kosta "lediggangsherverkini"?
Latið nú ikki kjakið enda í: "Vit kunnu ikki taka okkum av kráum og varð-um, tí tað er líka nógv landið, sum hevur ábyrgdina..." ella "bøndurnir kunnu sgu sjálvir syrgja fyri at reinsa bø-in..." og "tað eru bara nakrir fáir, ið fáa ágóðan av rossagøtunum, so tað skal sgu eingin kommuna ella land gjalda fyri.."!!
Tað er IKKI, hvør rindar ella ikki, tað snýr seg um!! Tað snýr seg um at fáa hendurnar úr lummunum hjá teimum ungu - kanska vit sjálv hava størsta feilin í, at hendurnar eru endaðar har!!
Hugsið so eisini um ferð-afólk--a--vinn--una. Karmarnar, ið varð-ar, kráir og rossagøtur skapa. Søga, mentan og í síðsta enda vinningin fyri landið!!