Sum tykkum øllum kunn-ugt eru vit føroyingar í hesum døgum í ferð við at fyrireika okkum til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Vit hava í hesum sambandi valt at fara hóvliga til verka og hvørki »kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur« ella »selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin«. Men fyri tað kann tað vera góður politikkur at gera ymsar fyrireikingar til at fáa hendur á bitanum og skinninum. Og tað er júst hetta, sum m.a. henda løtan ber boð um.
Tríggjar vikur eftir, at hetta landsstýrið tók við, setti eg niður eina nevnd ? Útbúgvingarnevndina innan oljuvinnu ? sum m.a. skuldi fylgja gongdini innan oljuvinnuna á okkara leiðum við tí í hyggju at finna út av, hvørjar avbjóðingar oljuvinnan fer at seta til føroyska undirvísingarverkið.
Álitið handaði nevndin mær í januar 1996. Tær tilráðingar, sum nevndin mælti til, er landsstýrið í ferð við at fremja so við og við.
Eitt ítøkiligt dømi er tann intensiónsavtalan um samarbeiði millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen i Stavanger, og Intensiónsavtalan millum Teknisku skúlarnar í Havn og í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla, Maskinmeistaraskúlan og Stavanger maritime skole, sum var undirskrivað 26. februar í ár.
Nógv fólk hava longu verið í okkara grannalondum á ymsum skeiðum, sum hava við oljuvinnuna at gera.
Hesir, sum í dag fáa handað prógv, hava ikki tikið hesa serútbúgvingina fyri at gerast førir fyri sjálvir at fara út at arbeiða í oljuvinnuni, men fyri at útvega sær førleika fyri at undirvísa øðrum, soleiðis at føroyingar gerast betri fyrireikaðir til eina møguliga oljuvinnu á okkara øki.
Hetta, sum vit í dag eru við til at markera, er eitt stórt stig frameftir fyri føroyskan skúlaskap. Hesir 4 skúlarnir verða nú førir fyri við egnum lærarakreftum at bjóða útbúgving innan fyri oljuøkið, og eingin ivi er um, at hetta bert er tað fyrsta stigið. Tað góða samarbeiðið, sum er grundað millum undirvísingarstovnarnar í Føroyum og í okkara grannalondum ? í hesum førinum í Noregi, fer uttan iva at bera enn størri fruktir í framtíðini. Vit hava eisini grund til at frøast um tað góða samarbeiðið við tey ymisku oljufeløgini ? í hesum førinum Statoil ?, sum hava verið fús at fíggja tiltøk, sum kunnu gera okkum føroyingar betri førar fyri sjálvir at hava ein virknan lut í eini møguligari framtíðar oljuvinnu á okkara leiðum«, segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, m.a.