HIM

Razorblade Romance

Ein bólkur sum rættiliga er koman fram hesar seinastu mánaðarnar, er Him úr Helsinki í Finnlandi. Serliga er tað í Týsklandi at teir hava verið væl móttiknir - kanska av tí at teir við eitt sindur av góðum vilja kunnu síggjast sum eitt slag av lættvektarútgávu av Rammstein. Stílurin er eisini metalliskur og myrkur, við einum serligum gotiskum dámi og við einum ljóði sum í støðum er uppbloytt við 80´ara kendum keyboardfladum. Júst við hesum í tonkunum ber til at samanbera teir við keyboardrockarar úr áttatiárunum sum til dømis House Of Lords, Dare og Alien. Men Him eru tó munandi meiri nútímans, serliga við væl umhugsnaðari nýtslu av akustiskum ljóðførum og útsetingum sum hava meiri við 90´ini at gera enn við 80´ini.

Oddamaðurin og sangarin nevnir seg bert Valo og hann er ein harri av tí meiri karismatiska slagnum ; eisini røddin hjá honum er sermerkt, sum t.d. á lagnum Join Me In Death har hann skiftir millum luftiga falset, autoriteran bass og til tíðir samantvinnar hesar mótsetningar við einum insisterandi millumliði. Sum sangari tykjist hann ávirkaður av serliga Iggy Pop og Bono úr U2. Eitt annað lag sum eisini skarar fram úr er gamla Chris Isaak lagið Wicked Game. Tað hevði verið meiningsleyst at framført lagið á sama hátt sum Chris Isaak sjálvur gjørdi tað - hansara egna útgávu er jú fullkomin - so ístaðin hava Him avgjørt at ganga eina heilt aðra leið og hava latið sangin í ein tungan búna av metalliskum guitarspæli, bleytum keyboardakkordum og omaná á alt framborið av myrka sangstílinum hjá Valo. Ùrslitið er djarvt og øðrvísi, uttan at røkka somu hæddir sum upprunaliga útgávan av sanginum, men sum eksperiment er tað tó bæði flott og fascinerandi.

À fyrsta lagnum Your Sweet 666 eydnast tað hjá bólkinum at sameina eina góða balancu við eini harðari intro og bleytari versum fyri síðani at fýra niðurlagið á lagnum av í kongenialum samspæli sum váttar tað sum byrjanin á lagnum lovaði. Fyrimyndarligt balancukynstur.

Næsta lagið, Poison Girl, er í sama stíli og stendur ikki aftan fyri Your Sweet 666 hvat viðvíkur góðsku og framførðslu. Saman við øðrum framúrskarandi løgum so sum Gone With The Sin, Razorblade Kiss og I Love You eru hesar framførðslur imponerandi brotpartar av eini flottari og vælstoyptari heild, har løgini Right Here In My Arms, Bury Me Deep Inside Your Heart, Wicked Game og tann serliga hugtakandi Join Me In Death eru hæddarpunktini.