Maggie Reilly og F.R. David til Klaksvíkar

Tvey av størstu hittunum í europeiskum popptónleiki í 1980unum verða at hoyra á Summar Festivalinum í ár. Maggie Reilly og F.R. David koma til Klaksvíkar at syngja sínar kendastu sangir, og teirra millum verða sjálvandi Moonlight Shadow og Words

Summar Festivalurin kunnger í dag tveir nýggjar sangarar, ið fara at syngja á festivalinum í august.
Tað eru skotska Maggie Reilly og franski F.R. David.
Tey gjørdust víðagitin fyri at syngja nakrar av kendastu poppsangunum, sum vóru skrivaðir í 1980unum. Maggie Reilly legði sína fantastisku rødd til meistaraverkið Moonlight Shadow hjá Mike Oldfield, og F.R. David fekk øll hjørtu at odna við sínum framúrskarandi Words.
Sangirnir eru tráspældir í føroyskum útvarpi, og hvørt mansbarn man kenna hesi heimshittini, sum kunnu upplivast live á Summar Festivalinum í ár.
Maggie Reilly og FR David fara at hava eina serstaka framførslu fríggjakvøldið á Summar Festivalinum. Tey fara bæði at syngja til somu konsertina á stóra palli, og tað fara tey at gera við einum væl mannaðum og væl spælandi bólki í rygginum.
Hesa løtuna verða tey stóru 80ara hittini rættiliga á breddanum, og tá fáa øll møguleikan at syngja við til teir kendu sangirnar.

Skotsk dreymarødd
Maggie Reilly er ættað úr Glasgow í Skotlandi, og hon kom rættiliga fram í europeiskum popptónleiki, tá ið hon fyrst í 80unum samstarvaði við tiltikna sangskrivaran og tónleikaran Mike Oldfield. Teirra kendasti sangur er uttan iva Moonlight Shadow, men mong mugu eisini kenna tann frálíka To France.
Hon hevur eisini givið tónleik út sjálv, og av útgávuni Echoes gjørdist sangurin Everytime We Touch eitt stórt hitt.
Maggie Reilly hevur samstarvað við nógvar kendar tónleikarar eitt nú Mike Batt og Jack Bruce og hon hevur eisini roynt seg á egnum beinum.
Fyrst í august kann hon upplivast á Summar Festivalinum, har hon fer at syngja allar sínar kendastu sangir.

Mjúk orð siga alt
Franski sangarin F.R. David fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 1982, tá ið sangurin Words gjørdist eitt risahitt kring alt Europa. Words dont come easy, sang F.R. David við sólbrillum fyri eyguni og Fender-gittara hangandi um hálsin.
Words seldi ikki færri enn 8 milliónir eintøk kring heimin, og talan var um eitt tað størsta hittið í Europa síðst í 1982 og fyrst i 1983.
F.R. David gjørdi í 1999 eina nýggja innspæling av Words, og sangurin fekk aftur luft undir veingirnar heima í Fraklandi. Words er uttan iva kendasti sangurin hjá F.R. David, men hann hevur eisini aðrar sangir at bjóða, og hetta ber til at hoyra á Summar Festivalinum í ár.