Iran partvís mist eftirlitið við Hormussundinum

Oman-leiðin er siglingarleiðin, sum USA og ST stuðla, men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum

Greinarar siga í dag, at Iran partvís hevur mist eftirlitið við Hormussundinum.

 

Meira enn 80 prosent av skipaferðsluni seinastu tvær vikurnar hevur valt at sigla um Oman-leiðina, sum hon verður rópt.

 

Hetta veit eitt felag at siga, sum fylgir skipaferðsluni á leiðini.

 

Oman-leiðin er siglingarleiðin, sum USA og ST stuðla, men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum.

 

- Við at sløkkja sendarar, sum vísa knattastøðu og sigla undir verju av amerikansku marinuni, hevur eydnast skipum at sleppa undan iranskun álopum við norðurstrondina.

 

Hetta veit CNN at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at fyri bara einum mánaði síðan var næstan eingin skipaferðsla á Oman-leiðini.