2. deild menn:
KÍ-HB 2-5 (2-2)
Í seinna hálvleiki av dystinum millum javnaldrarnar KÍ og HB vísti liðið úr Havn, at teir vóru í betri venjingarstøðu, og teir vunnu seinnu 45 minuttirnar 3-0, eftir at tað hevði staðið á jøvnum í hálvleikinum.
HB-liðið kláraði í seinna hálvleiki at samanspæla skjótt, og ofta komu klaksvíkinagr í millumstøður, sum høvdu við sær, at teir brúktu nógva orku til at renna aftaná havnamonnunum. HB?arnir høvdu royndir mans í øllum ketum, og saman við teimum ungu og vælvandu spælarunum var liðið ein sterk eind.
Tríggir av teimum, sum vanliga eru við á 1. liði hjá KÍ, spældu við 2. liði hesaferð, og Finn Baldvinsson, Olgar Danielsen og Ovi Nysted gjørdu góðan mun. Men aðrir á 2. deildarliðnum eru ikki í fullgóðari venjing, og tað merktist seinnu trý korterini.
HB kom á odda eftir ein knapt korter, tá Pætur Dahl skoraði. Súni Fríði Johannesen (hevur verið plágaðu av skaða, og fær tí dystarvenjing i lægru deildunum) spældi út frá, og so sendi Pætur Dahl í netið.
Toppskjúttin hjá KÍ, ídni og vandamikli Helmar Lassen, javnaði fyri heimaliðið góðar 20 minuttir seinni. KÍ hevði hornaspark, og eftir at fleiri spælarar høvdu roynt seg við stútarum, og HB?arnir høvdu blokerað, fekk Helmar at enda skot á og so stóð 1-1.
Eyðun Højgaard legði HB fram um aftur, tá hann eftir gott bandaspæl gjørdist leysur, og so var Meinhardt Joensen í KÍ-málinum prísgivin.
Helmar Lassen syrgdi fyri, at heimaliðið hóast alt kundi fara til hálvleik við einum javnleiki, sum teir høvdu uppiborið eftir fyrru trý korterini. Aftur hesaferð var tað ein hornasparksstøða, við nakað av aftur og fram, sum endaði við, at Helmar sendi í meskarnar.
10 minuttir inn í seinna hálvleik legði Pætur Dahl HB fram um, tá hann rann ein langan bólt frá Jóannes Jakobsen upp og skoraði.
Síðani var tað Súni Fríði Johannesen, sum slapp fram at. Fyrst snýtti hann rangstøðufelluna hjá KÍ, hevði gott pláss at renna á og skorað, og síðani fekk hann skot á stutt frá málinum.
Var fyrri hálvleikur javnur, tóktist munur vera á liðunum í seinna hálvleiki, og tað sást eisini aftur á úrslitinum. Við ósigrinum datt KÍ aftur á næstaftasta pláss, og teir hava nú eina strævna skrá fyri framman. Teir hava útidystir í Hvalba og í Lorvík, og einasta heimadysturin, sum er eftir at spæla, er móti EB/Streymi, sum liggur aftast í deildini.