Nú valstríðið er endað, er tað eitt, sum leypur í eyguni.
Og tað er, at eitt av topp valevnunum hjá Tjóðveldisflokkinum, Finnbogi Ísakson, hevur verið merkiliga kúrrur.
Og rætt er tað: Finnbogi Ísakson var ikki at hoyra í framløgusendingini hjá Tjóðveldisflokkinum í Útvarpinum síðsta mánakvøld.
Hann var heldur ikki við í valsendingini hjá sjónvarpinum sunnukvøldið.
Seinasti kansurin var í felags valsendingini hjá útvarpinum og sjónvarpinum mánakvøldið.
Men har var heldur ongin Finnbogi at hoyra.
Og tað ger Finnboga Ísakson til einasta valevnið hjá tjóðveldisflokkinum, sum onga talutíð fekk í hesum valstríðnum, hvørki í útvarpi, ella í sjónvarpi.
Einasta valstríð, hann hevur ført, eru greinar í bløðunum, og tað er heilt óvanligt fyri tann politikara í Føroyum, sum er mest vandur við fjølmiðlarnar, og sum plagar at leggja stóran dent á týdningin av útvarpi, og ikki minst sjónvarpi, í einum politiskum valstríði.
Boykottaði valstríðið
Hesin óvæntaði valtaktikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur stoytt bensin á bálið hjá teimum sum halda, at grundleggjandi ósemja er í Tjóðveldisflokkinum ímillum Finnboga Ísakson øðrumegin, og flokkin annars hinumegin.
Í sambandi við fólkatingsvalið kom henda ósemja fyrst til sjóndar táið Finnbogi Ísakson heilt óvæntað broytti eitt grundleggjandi prinsipp hjá flokkinum og kunngjørdi, at verður hann valdur inn á fólkating, er hann til reiðar at blanda seg upp danskan politikk, um hann afturfyri fekk eina góða avtalu um Føroyar.
Hetta loypti øði í nógv tjóðveldisfólk, tí síðani flokkurin fór at stilla upp til fólkaingsval í 1973, hevur hann havt sum aðalmál ikki at blanda seg upp í donsk innanríkisviðurskifti.
Og tjóðveldisfólk, vit hava tosað við, dylja heldur ikki fyri, at tað er ósemja sum hevur elvt til, at málið í Finnbogi ikki hevur verið at hoyrt í elektronisku fjølmiðlunum í hesum valstríðnum.
Frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at ætlanin var, at Finnbogi skuldi vera við í orðaskiftinum báði í sjónvarpinum sunnukvøldið og í felags valsendingini hjá útvarpi og Sjónvarpi mánakvøldið.
Men hetta datt alt niðurfyri.
Orsøkin var, at Finnbogi Ísakson kravdi so nógva talitíð, at tað bleiv ovboðið hjá hinum valevnunum.
Í sjónvarpinum sunnukvøldið fekk hvør flokkur 15 minuttir.
Og Finnbogi Ísakson kravdi at fáa allar alla talitíðina hjá Tjóðveldisflokkinum.
Tá i hini valevnini ikki vildu tað, gjørdi løgtingsmaðurin í Suðurstreymoy av at boykotta valstríðið hjá flokkinum, tí hann hann bart og boðaði frá, at so vildi hann slett ikki vera við í sjónvarpinum yvirhøvur. og hann vildi heldur ikki vera við í valsendingini mánakvøldið.