Vinstri gerst størsti borgarstjóraflokkur á kommunuvalinum í Danmark.
Flokkurin kann ikki longur yvirhálast av Javnaðarflokkin. Soleiðis er støðan í morgun, dagin eftir at kommunuvalið var í teimum 98 kommununum í landinum.
Hetta hendir hóast Javnaarflokkuin verður størsti flokkur á valinum.
Vinstri hevur 39 borgarstjórasessir, meðan Javnaðarflokkurin hevur 26. 10 borgarstjórastørv eru enn ikki avgreidd.
Á valinum í 2021 vann Javnaðarflokkurin 44 borgarstjórasessir, meðan Vinstri vann 34.
Hóast afturgongd verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur á kommunuvalinum við 23,2 prosentum av atkvøðunum.
Hetta er ein afturgongd á 5,2 prosentstig síðani valið í 2021, har flokkurin fekk 28,4 prosent av øllum atkvøðunum.
Hetta merkir, at flokkurin nú hevur 599 sessir um alt landið, sum er ein minking uppá 156.
Í einum javnaðarháborg sum Frederikshavn misti Javnaðarflokkurin avgjørda meirilutan, og flokkurin er ikki longur tann størsti í kommununi.
Í Gladsaxe misti Javnaðarflokkurin borgarstjórasessin, sum flokkurin hevði havt í yvir 100 ár.
Næstformaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Marie Stærke, misti eisini borgarstjórasessin í Køge Kommunu.
Á Fanø og Læsø eru Javnaðarflokkurin ikki eingongd umboðaðir.
Um midnáttarleitið tók Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, ábyrgdina av ringasta úrslitinum hjá Javnaðarflokkinum á einum kommunuvali í nýggjari tíð.
- Vit høvdu roknað við at fara aftur, men tað sær út til, at afturgongdin er størri enn vit høvdu roknað við, og tað er sjálvandi ikki nøktandi. Tað kunnu vera nógvar forkláringar.
- Tað gerst alsamt truplari at vera tann stóri danski fólksins flokkurin, sum skal fevna allar danir. Vit fara sjálvandi gjølla at umhugsa, hvat liggur aftanfyri hetta komandi dagarnar, segði hon á valveitsluni hjá Javnaðarflokkinum á Arbeiðarasavninum í Keypmannahavn.
Næststørsti flokkur á valinum verður Vinstri við 17,9 prosentum av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 3,3 prosentstig.
Javnaðarflokkurin fær 521 umboð um alt landið, og tað eru 99 færri enn í dag.
/Ritzau/











