VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar á Kasakstan

(Video) Her eru hæddarpunkt frá dystinum, har Petur Knudsen gjørdist sigursmálskjútti

Petur Knudsen gjørdist sigursmálskjútti

Fótbóltslandsliðið endaði ígjár fótbóltsárið við tí fimta sigrinum í 2025, tá Føroyar á uttanveltaðum vølli í Kroatia vann 1-0 á Kasakstan við einum sigursmáli Petur Knudsen skoraði í 25. minutti.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

Føroyar – Kasakstan 1-0 (1-0)

 

1-0 Petur Knudsen (25.)

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen (Ási P. Dam, 89.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Géza Dávid Turi, 78.), Jákup Biskopstø Andreasen (René Shaki Joensen, 89.), Jóannes Bjartalíð (Jóan Símun Edmundsson, 78.), Adrian Justinussen (Hanus Sørensen, 68.) – Petur Knudsen (Meinhard E. Olsen, 68.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk. 

 

HER ber til frá einari kasakiskari rás at síggja fleiri hæddarpunkt frá dystinum. Málið sæst við 7:39 minuttir. Hetta eru eitt sindur øðrvísi hæddarpunkt enn vit eru von við, men hetta eru so tey sum eru tøk:

 

##med2##

 

Petur Knudsen gjørdist sigursmálskjútti