Í 1999 legði Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Orsøkin var, at landsstýrismaðurin vildi hava Tingið at broyta grein 7 í lógini, soleiðis at fiskimálastýrið kundi fáa heimild til við kunngerð at fáa størri gjøgnumskygni í sambandi við fiskiskipaíløgur. Endamálið var at tryggja, at tað veruliga og ikki bara formliga vóru føroysk áhugamál, ið stóðu aftan fyri íløgur í fiskiskip.
Eitt samt Løgting samtykti at geva landsstýrismannninum heimild at orða eina tílíka kunngerð. Men hóast tað var landsstýrismaðurin, sum bað um heimildina og fekk hana, bleiv hon ikki brúkt. Har kom eingin kunngerð, og hon er ikki komin enn tann dag i dag.
Tað hevur nú fingið Landsstýrismálanevndina at koma til ta niðurstøðu, at Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø hava ikki gjørt sína skyldu. Í sambandi við, at nevndin hevur kannað handilin við Krúnborg/Fagrabergi skrivar nevndin í sínari fyribilsniðurstøðu:
-Landsstýsismálanevndin metir tí, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað til viks sína skyldu sambært lógini um vinnuligan fiskiskap grein 7, stk. 6 at áseta treytir, ið kunnu tryggja, at endamálið við lógini verður nátt.
Landsstýsiamálanevndin leggur áherðslu á á, at hóast øll eru vitandi um, at íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun verður fingin til vega við útlendskum lánspeningi, er kunngerðin ongantíð gjørd.
Ikki eftirkannað
Sambært lógarbroytingini frá 1999 fekk landsstýrismaðurin heimild til at seta treytir um íløguførleika hjá teimum einstøku eigarunum aftan fyri íløgurnar, og soleiðis "áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, partapeningi og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari".
Landsstýsismálanevndin nevnir ikki, hvat skipakeyp hon hevur kannað, men tað er komið fram fyrr, at talan er um handilin við Krúnborg/Fagrabergi. Í fyribilsniðurstøðuni skrivar nevndin:
-Felagið, ið landsstýrismálanevndin hevur eftirkannað, hevur fingið so at siga allan sín íløgupening til fiskifarið til vega við útlendskum lánspeningi, umframt at eigararnir og leiðslan í felagnum hava bundið seg til at søkja góðkenning frá útlendskum lánsveitara, áðrenn avgerðir verða tiknar í øllum týðandi viðurskiftum.
Nevndin er av teirri áskoðan, at eftirkanningin hjá Fiskimálaráðnum av eigara- og avgerðarrættindum í sambandi við skip, ið skifta eigara, er ikki egnað at veita trygd fyri, at reglurnar í lógini eru hildnar. Nevndin leggur afturat, at ein slík eftirkenning kann ikki gerast, uttan at Fiskimálaráðið útvegar sær roknskaparupplýsingar frá viðkomandi feløgum, og tað er sum skilst ikki gjørt.
Landsstýrismálanevndin hevur sent Birni Kalsø, landsstýrismanni, fyribilsniðurstøðuna, og hann skal nú siga sína hugsan.