betra um samlaðu livikorini hjá verkafólkinum. Eg fari tí her at vísa á tey klípi og varðar, sum onkursvegna vóru ætlaði sum trygd og dygd hjá føroyska verkafólkinum frá sitandi samgongu. Dagpeningaskipanin [...] Nýggjársaftan hevði ÚF eina annars áhugaverda afturlítandi sending. Ymsir framstandandi gestir vóru bodnir á gátt, og valskeiðið sum skjótt er farið, varð mett um, og vigað úr ymsum herðahornum. Og alt gott um [...] verkafólkið, men vælsignað ger ikki tað mistak, nú Verkamannafylkingin er farin, at tú leggur teg í fangin á nøkrum ávísum flokki og kastar gor og gall eftir hinum flokkunum. Víst er, at allir flokkar eiga limir
serligt burtur úr tær sjálvum, men tín innsatsur gjøgnum lívið hevur so ongantíð ligið eftir, hvørki á sjónum ella heima hjá ommu. Stórur, óvanliga sterkur, raskur sum fáur, treystur. Soleiðis kenna fólk - [...] gloyma gamla Norðborg, har tú endaði tína drúgvu fiskimannakarieru sum 69 ára gamal. At tú ikki legðist á land, fyrr enn tú nærum hevði rundað tey 70, fortelur bara, hvat treysti og ikki minst loyalitetur hevur [...] um tað var, tá eg í fjørsummar var í Grønlandi saman við einum manni, ið hevði siglt við tær umborð á Norðborg. Hann hevði tvey skoðsmál um teg. Fyri tað fyrsta var tað tann øgiliga kropsliga styrkin, sum
um loyvi at partrola fyri at vita um tað ber til at lækka útreiðslurnar. Kaj Leo Johannesen heitti á landsstýrið at kanna eftir, hvørja skipan Grønlendingar hava, tí har kostar oljan ikki meiri enn gott [...] munandi. Arbeiðsbólkur kanna málið Løgmaður ásannar, at tað eru ongar lættar loysnir, men eitt stig á leiðini kundi verið, at landsstýrið og vinnan setti ein arbeiðsbólk at kanna eftir, hvørjar gongdar [...] her til tunlar. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum staðfestir, at landsstýrið fer á ongan hátt at blanda seg upp í raksturin, men fer at lata marknaðarlógirnar ráða. Hann heldur ikki,
erligur, er neyvan nøkur trygd fyri, at sannleikin kemur fram. Nú verður bókin seld sum søgan hjá Peter Lundin, men eingin innleiðing ella eftirskrift greiðir frá, hvussu søgan er komin á prent. Vit fáa ikki [...] er frítt frá livrini hjá Peter Lundin. Tað er ivasamt, um hesar upplýsningar høvdu styrkt trúvirðið á bókini, men í øllum førum verður eingin roynd gjørd hjá journalistinum, sum hevur ført pennin fyri Lundin [...] . Sambandið teirra varð kvett, tá ið mamma Mariann fann út av tí, men seinni leitaði Mariann aftur á slóðina, tá ið hon flutti til Danmarkar. Seinni blivu tey gift og skild. Í bókini greiðir Peter Lundin
júst tá. Tað gekk tó ikki so long tíð, so var alt fingið upp á pláss aftur, og tað vísti seg at vera ein menniskjasligur feilur, varð sagt á staðnum. Klokkan knapt hálvgum fimm seinnapartin týsdagin varð [...] helt fyri, at teir áttu at ringt norður á Strond, tí har mundu teir eiga spreingitól. Dávur legði í telefonina, og hann fekk avtalað, at onkur skuldi koyra norður á Strond eftir einum tóli. Men tað var kortini [...] fylla dagligu tíðindasendingarnar. Tað segði Katrin Petersen, tíðindaleiðari í SvF, á kvinnuráðstevnu, sum varð hildin á Hotel Hafnia. ? Í politikki tosa vit ofta um at broya karmarnar soleiðis, at teir
kringir at arbeiða fisk. Men teir koma ikki upp á tal at reinskera, tí onkusvegna er hetta blivið konufólkaarbeiði. - Í øllum hesum prátinum um trot á arbeiðsmegi á flakavirkjunum, verður alt ov lítið tosað [...] Ingeborg Vinther ávarar ímóti at leypa á leistum - Hetta luktar langan veg og eg má ávara politikarar ímóti at leypa á leistum. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, gevur ikki so nógv fyri [...] søgur um fiskavirki, sum ikki fáa nokk av arbeiðsfólki. Stjórar og virkisleiðarar á fiskavirkjum siga samfeldir, at trotið á arbeiðsmegi kostar virkjunum ein hóp av pengum, tí tey fáa ikki nokk av arbeiðsmegi
vágiligt øki, so er talan um at seta sera stórar peningaupphæddir uppá spæl. Tú hevur onga sum helst trygd fyri, at hetta fer at geva nakað av sær. Orsøkin til at fyritøkur sum Shell og BP vilja seta pengar [...] ráð til at vága nakað. Miseydnast tað okkum í einum øki, so gongur tað kanska betur í einum øðrum. Á henda hátt royna vit at vinna aftur tað í einum øki, sum vit missa í einum øðrum. Andrew Wood sigur [...] royna seg í hesi nýggju vinnu fyri fyrstu ferð, hevur ikki somu bakgrund og sama trygga støði at standa á. Føroyingar eiga tí at gera sær tað heilt greitt, at tað er sera stórur vandi fyri, at eitt slíkt felag
1904. Men Jens doyði ungur á sjónum. Hann var bestimaður í 1949 við Columbus á fiskiveiðu undir Íslandi. Langafríggjadag vóru teir um at vera lidnir við túr og skuldu inn á Reykjavík at rigga til at fara [...] skips, tí sama heyst varð hann valdur á ting. Hann hevði verið virkin í umrødda verkfalli, og varð kallaður Streiku Frederik restina av lívinum! Men byrjanin á sjólívinum var sera trupul hjá Ingolf, [...] men hetta spældi kortini væl av. Ingolf fór á stýrimansskúla í 1959 og fekk prógv í 1961. Hann fór at sigla hjá DFDS, og hann fór at læra til skipsførara á Fanø í 1962. Tá fór hann aftur í DFDS. Tá var
góðan og trúgvan felaga. Heine Justinussen (á Trønni) er nú um dagarnar deyður. Heini á Trønni var íðin og arbeiðssamur maður, fúsur til sjógvin og nærlagdur á landinum. Mangan ringan hevur hann farið [...] sum búsettist á Skipanesi var Justinus Heinesen (1816-1894), sonur Heina Joensen og Malenu Justinusdatter úr Glasstovuni í Árnafirði. Justinus var giftur við Sofíu Lydersdatter úr Tøðu á Toftum (1823-1906 [...] at vera. Sofía og Justinus fingu 9 børn: Heine f. 1846 á Toftum, giftur í Havnar Kirkju tann 20.6. 1869 við Mariane Elise Rasmussen úr Uppistovu á Skála. Tey búðu í Vaktarhúsbrekku í Havn og fingu sjey
kortini ein fjarstøða, sum fær mong at ivast í, um nakað gott kann koma úr fjarskotnu bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni. Skulu tey av bygdini, er neyðugt at fara upp í fjøllini at koyra, eftir bæði smølum [...] inn í eitt nýbygt hús í Fámjin. Tora út at spæla Hyggur tú eftir fólkatalinum í bygdini her á vestursíðuni á Suðuroynni sæst, at tað væl er minkað síðani 1985. Men tað er ongatíð farið niður um 100 tey [...] meðan teir báðir í 6. flokki fara til Trongisvágs at halda fram við skúlagongdini. Sum víst á aðrastaðni á síðuni, eru rættiliga nógv børn undir skúlaaldur í Fámjin. Hetta ger uttan iva eisini sítt til