Ingolf Rasmussen: Á sjónum í 60 ár

Mikudagin 6. mars verður Ingolf Rasmussen 75 ár. Framvegis er hann virkin á sjónum. Henda Miðvikan er um eitt sjólív, sum hevur verið longri enn hjá teimum allar flestu

Óli Jacobsen
----
Ingolf er søldfirðingur, føddur 6. mars 1938. Mamman var Sigga Ma­lena Poulsen (1910-2000), úr Frammi­stovu í Hvannasundi
Pápin var Jens hjá Rasmus í Toft í Søldarfirði, f. 1904. Men Jens doyði ungur á sjónum.
Hann var bestimaður í 1949 við Columbus á fiskiveiðu undir Ís­landi. Langafríggjadag vóru teir um at vera lidnir við túr og skuldu inn á Reykjavík at rigga til at fara heim. Teir høvdu sitið niðri undir og fingið sær kaffi og fara uppá dekkið. Tá kemur ein sjógvur og tekur Jens fyri borð. Ein av manningini Dánj­al J. Olsen, í Kollafirði, leyp eftir hon­um. Fyrst ætlaði hann at fara leys­ur, men fekk kortini enda á sær. Honum eydnaðist at fáa fatur Jens, og at fáa hann umborð aftur. Men Jens fekst ikki aftur til lívs. Nú blivu ørindini í Reykjavík at fáa eina kistu til Jens, og so til Føroya.
Eftir sat Sigga við átta børnum frá hálvum øðrum til 18 ára gomul. Ingolf var tá 11 ára gamal. Hann minnist, tá ið deyðsboðini komu. Tey síggja pápabeiggjan, Per, saman við konuni, Poulinu, koma niðan móti húsunum. Tað sást á teimum, at her ruggaði ikki alt rætt, og Sigga ánaði beinanvegin, at her vóru vána­lig ørindini. Per segði seinni, at hetta vóru hansara tyngstu spor í lív­inum.
Tað var ikki lætt tá í tíðini hjá eini einkju undir hesum um­støð­um. Sigga var ov ung at fáa einkju­pensjón, men fólk vóru sera hjálp­som. Tað var ikki minst gald­andi fyri handilsmannin Peter Weihe. Hann royndi at geva Siggu og børnunum fiskaarbeiði, tá ið tað bar til. Umframt hetta fór hon at ganga við posti, hon bant eisini skips­troyggj­ur, sum alt gav gott íkast. Sigga hevði eisini tann eginleika, at hon vildi ikki skylda nakað. Sigast kann at væl komu tey øll undan. Sigga var eitt virðiligt umboð fyri tær sonnu hetjurnar i Føroyum, einkj­urnar.
Sigga hevði sjálv mist mammuna sum heilt lítil. Tá var hon farin til ommuna og abban í Hattarvík at vera. Men tá ið hon var 12 ár kom hon aftur í Sund. Tá var pápin giftur aftur við Jacobinu, systir Mortan í Hvannasundi. Umframt tey fýra børnini í fyrru giftu, komu nú seks børn afturat.
Sigga luttók í øllum heimaarbeiði í Fugloy. Tí kundi hon eisini læra Ingolf at fletta!

Sjóverkurin mundi forðað lívsleiðini
Ì 1954 fór Ingolf til skips við sluppini Lítlu Emmu við Hannebeiggja, Jo­hannes Lamhauge, sum skipara. Hetta var á snørisveiðu í sjálv­drátti.
Men skipstíðin byrjaði við tí drúgva fiskimannaverkfalli sum var hetta ár og sum endaði 28. apríl. Ein av manningini var Frede­rik Hansen. Hetta mundi vera hans­ara seinasti túrur til skips, tí sama heyst varð hann valdur á ting. Hann hevði verið virkin í umrødda verk­falli, og varð kallaður Streiku Frede­rik restina av lívinum!
Men byrjanin á sjólívinum var sera trupul hjá Ingolf, tí hann var so óvanliga ringur av sjóverki. Alt, sum hann át, fór upp aftur, og hann fekk stórt sæð ongan bita í seg í 16 dagar. Tá var hann so ússaligur, at hann orkaði illa at lyfta høvdinum.
Ein morgunin kemur skiparin fram í lugarið og sigur, at hetta fer ikki at bera til. Drongurin mátti setast í land, og hann kundi møgu­liga fáa arbeiði á einum bóndagarði í Íslandi.
Hetta vildi Ingolf tó ikki hoyra talan um, so nú mátti okkurt annað gerast. Hann fór nú at royna at eta havragreyt, sum honum ongantíð hevði dámað. Nú fór at bera betur til, og tað var skjótt, at hann ern­að­ist. So frægt kom burtur úr, at tá ið túrurin var liðugur, hevði hann drigið 1.400 fiskar, meðan tann besti hevði fingið góðar 4.000.
Seinni í 1954 og aftur í 1955 var Ingolf við Carl úr Vági. Nú var eing­in sjóverkur, og hann var í betra end­anum at fiska.

Gjørdi kvettið í Íslandi
Men nú var tann stóra tíðin hjá føroyskum fiskimonnum í Ís­landi, og Ingolf slapp gjøgnum fiski­manna­felagið við trolaranum Ís­ólvur av Seyðisfirði. Tað vóru 16 føroyingar, so her, eins og við øðrum íslendskum trolarum, vóru før­oyingar stórur partur av mann­ing­ini. Ingolf var í fyrsta umfari um­borð í eitt hálvt ár. Útgoldna inn­tøkan fyri hesa tíðina var 14.000 kr. Hetta var eitt ótrúligt kvett, serliga sammett við tær vána­ligu inn­tøk­urnar, sum tá vóru í Føroyum.
Ingolf fór aftur til Íslands og var við ymiskum skipum og trolarum. Ein dramatisk hending var einaferð, teir høvdu verið í Týsklandi og land­að kongafisk. Komnir aftur til Føroya fingu teir uttan fyri Rituvík eitt slíkt brot, at teir fingu uppí stivl­arnar inni í messuni. Tá var panikk­ur í monnum, men hetta spældi kortini væl av.
Ingolf fór á stýrimansskúla í 1959 og fekk prógv í 1961. Hann fór at sigla hjá DFDS, og hann fór at læra til skipsførara á Fanø í 1962. Tá fór hann aftur í DFDS. Tá var mynstringarskeiðið eitt ár. Hetta var reint luksus í mun til framm­an­undan.
Seinni fór hann við ØK fram til 1968, har lønin var dupult av teirri í DFDS.
Hann fór so tveir túrar við Vág­bingi. Olaf Olsen var skipari tann fyrra túrin og Jákup Oluf á Lakjuni tann seinna túrin.

Grønland kemur inn í myndina
Í 1969 fór KGH í Grønlandi, nú Roy­al Greenland, undir at byggja ein trolaraflota, sum skuldi útvega rávøru til flakavirkini. Tann fyrsti av hesum trolarum var Nuuk, til støddar sum Niels Pauli og Stein­tór.
Poul Sloan var skipari á Nuuk, og hann bað Ingolf koma við sum bestimaður. Men hetta vardi bert eitt hálvt ár. Hann fór tá at sigla við farmaskipi hjá Mer­candia­reiðarí­num, har Per Hendriksen var ein kendur reiðari. Eftir tvey ár hevði Ingolf hug at royna nakað nýtt og bað um farloyvi. Tað fekk hann eisini, men Per skrivaði til Ingolf, at hann vónaði, at Ingolf kom við aftur, og tá skuldi hann fáa skipara­kjans.
Tá er tað, at Ingolf í 1971 gerst skipari á Pamiut. Hann var ein av sjey líknandi trolarum, sum KGH tá lat byggja. Teir vóru meira framkomnir og størri enn Nuuk. Nak­að til støddar sum Ran í Hós­vík.
Hesir trolarar riggaðu sera væl í mun til Nuuk. Tá flutti Ingolf sam­­an við konuni Jónu til Pamiut, Frede­riks­haab, at búgva, og har fingu tey eldra barnið Jens Paula.
Hesa tíðina var framvegis fitt av toski at fáa í Grønlandi. Árliga veiðan var 3-4.000 tons. Men sum frá leið minkaði fiskiskapurin, og fisk­urin gjørdist meira smátt­fall­andi. Hesa tíðina gjørdust grønlendingar, sum rímiligt er, størri og størri part­ur av manningini. Teimum letur Ingolf væl at.
Beiggin, Ragnar, gjørdist stýri­maður hjá Ingolf, og hann bleiv skip­ari, tá ið Ingolf gavst. Ragnar var heili 30 ár í Grønlandi og førdi trolarar hjá Royal Greenland.

Eiler Jacobsen: Eingin Sólborg uttan Ingolf
Ingolf fer í 1978 við tí tá nýbygda rækjutrolaranum Sólborg hjá Eiler Jacobsen. Tá var farið at treingjast hjá føroyskum rækjuskipum í Grøn­­landi og neyðugt varð at finna nýggjar leiðir. Hetta var við Labra­dor, sum kom at eiga lívið í føroysku rækju­skipunum í fleiri ár. Ein av treyt­unum var partvís canadisk mann­ing. Hetta riggaði eisini væl. Tað einasta var, at canadiararnir vóru inuittar og vildu gera sín egna mat í kamarinum.
Sólborg var fyrsta skip at fara til Labrador. Tá var Eiler framvegis við. Hann var umborð ein mánað, og fór so heim. Tá gavst hann at sigla fast.
Fyrsta túrin var landað í Matane í Flógvanum. Her vóru teir sera væl­­komnir. Rækjurnar merktu eina nýggja vinnu í býnum, og kvinnu­­felagið í býnum skipaði fyri mót­­­tøku á hotelli. Í móttøkuni fekk Ingolf handað eina gullrækju við leinkju og kurtisligar heilsanir, sum tað sømir seg frpnskum fólki. So sig­ast kann, at føroyingar løgdu lunn­­ar undir canad­isku rækju­vinn­una.
Í 2. parti av endurminningunum hjá Eiler Jacobsen verður nærri greitt frá hesi tíðini hjá Ingolf. Tað, sum sigur meira enn nógv orð, er myndateksturin hjá Eiler: “Eingin Sólborg uttan Ingolf”.
Her greiðir Eiler gjølla frá skip­ara­tíðini hjá Ingolf við Sólborg, og hvussu hegnigur hann var. Millum annað, tá ið Ingolf fór at fiska rækjur undir ísinum í Grønlandi, og teir gjørdu kvettið.
Tað gekk so væl, at Sólborg varð goldin eftir sjey árum móti teimum ætlaðu 12 árunum. Beinta, kona Eiler, váttar eisini, hvussu høgt Eiler metti Ingolf.
Í 1985 varð Sólborg seld til Grøn­lands og Ingolf fylgdi við. Um hvussu tíðirnar vóru tá, kann nevn­ast, at Sólborg kostaði 26 mill at byggja í 1977, og hann varð seld­ur fyri 46 mill, sum tá var ein sera stór upphædd. Men fyrsta árið fiskaðu teir fyri 90 mill, so talan var kortini um eina góða íløgu hjá grønlendingum. Ikki minsta munin gjørdu rækjurnar í Eysturgrønlandi, sum tað kundu fáast upp til kr. 170 pr. kg. fyri.

Royal Greenland góðkendi ikki eitt nei frá Ingolf
Í 1992 keypti Eiler Faroe Prawns, sum gjørdist til seinastu Sólborg. Eil­er vildi hava Ingolf við, og tað fór hann eisini.
Men nakað seinni keypir Royal Greenland eitt systirskip hjá nýggja rækjutrolaranum Høgafossi í Sanda­vág, og teir vildu hava Ingolf sum skipara.
Men nú var Ingolf komin aftur til Eiler og helt, at her skuldi hann blíva verandi . So hann sendi nokt­andi svar til Grønlands. Men teir vóru skjótir at senda eitt fjarrit: “Vi accepterer ikke et nej fra dig. Du får 3 måneders betænkningstid.”
Ingolf fór so at tosa við Eiler um hetta. Tá var Sámal, sonur Eiler, við sum 1.stýrimaður, og hann sýntist at hava gott hegni á brúnni. Ingolf helt, at tað var kanska eitt hugskot at lata Sámal sleppa at royna seg. Jú, tað helt Eiler eisini, og tað rigg­aði eisini fínt.
So Ingolf fór aftur til Grønlands við Timmiarmiut. Í Grønlandi var nógv til av rækjum, so har lá væl fyri.
Nú fór Ingolf at renna seg í 60 ára aldursmarkinum hjá Royal Green­land. Men hann fekk tríggjar ferðir forlongt freistina við einum ári, men tá helt hann, at tað var líka frætt at gevast, meðan væl var. So í 2001 var tað farvæl við Royal Green­land.


Siglir framvegis
Tá fór hann við Ljósafelli hjá Mort­an hjá Kaj. Hann varð tvey ár seinni seldur til Thor menninar í Hósvík, og stórt sæð síðani tá hevur Ingolf verið í starvi hjá teimum í teirra fjølbroytta virksemi.
Hann var við Herkules í Kyrra­havinum í 2007, tá ið tað var so óheppið at eldur kom og 10 kines­ar­ar doyðu. Hetta var sjálvsagt ein skakandi uppliving. Eisini hevur hann verið skipari á Poseidon. Tá var nógvur fiskur at fáa á hesum leiðum, men tað datt burtur. Nú ljóðar eitt sindur frægari frá, men nú eru so eingir føroyingar har.
Ingolf hevur verið við fleiri av skipinum hjá Thor. Beint nú er hann skipari á teirra rækjuskipi Ser­milik 2. Tá ið føðingardagurin er farin afturum, verður aftur farið á leið­irnar við Svalbard, ella hvar tað ann­ars kann vera.
Hetta er í stuttum sjósøgan hjá Ingolfi – higartil. Framhaldið kem­ur til 80 ára dagin!
Nú er tað so, at reyp liggur ikki til Ingolf, so still­førur hann er í síni medferð. Men vit onnur kunnu siga, at Ingolf hev­ur verið ein av okkara fremstu monn­unum á sjónum, og hevur eisini verið eitt framúr umboð fyri okk­ara land. Hetta sæst ikki minst av, hvussu hansara reiðarar hava virðismett og kappast um hann. Ein sjógarpur av teimum stóru.
Sum Ingolf sigur, at um fólk føla seg vera væl viðfarin, so riggar tað vanliga væl eisini , og tí hevur fólkið eisini trivist væl saman við Ingolf.

Annað enn sjógvur
Men sjógvur er ikki alt hjá honum. Ingolf hevur onnur áhugamál eis­ini. Hann yrkir, og eitt dømi er henda yrkingin til skránna fyri vár­framsýningina í 2003:

Hómast gluggar
hvørva skuggar
ljósið uggar

Gevur megi
skapar gleði
vár í deg

Vakstrarvónir
listarsjónir
vetrarrónir

Nýggjur táttur
vársins máttur
treysti sáddur

Ingolf týðir eisini sálmar, sum verða nýttir í Brøðrasamkomuni. Hann er søguliga áhugaður og veit nógv. Tí er tað altíð gevandi at koma á tal við hann.
Ingolf giftist í 1970 við Jónu, dóttir Paulu og Jens Guttesen í Havn, her tey eisini búgva. Tey eiga børn­ini Jens Paula og Sigrid. Og fjøl­broytt er familjan eisini. Jóna er kend listakvinna, Jens Pauli er teldu­snillingur, og Sigrid er ein av okkara kendu songkvinnum. Hon eigur ein lítlan Jónas, sum tey sjálv­sagt eru púra býtt í.
Tað er av sonnum fjølbroyttur merkismaður, sum vit kunnu ynskja tillukku komandi mikudag.

---
Komandi partur
Komandi Miðvika verður eis­ini frásøgn um ein sjó­mann.