16 kilometrar til umheimin!
Longri er tað ikki úr Fámjin til Tvøroyri. Men hetta er kortini ein fjarstøða, sum fær mong at ivast í, um nakað gott kann koma úr fjarskotnu bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni.
Skulu tey av bygdini, er neyðugt at fara upp í fjøllini at koyra, eftir bæði smølum og krókutum vegi. Ein tunnil hevur ofta verið frammi í politiskum tjaki, men enn einki hent í hesum máli.
Fyri fámjins-kvinnuna, Aslaug í Smiðjuni er Fámjin snøgt sagt BYGDIN. Her er hon sjálv vaksin upp; her bygdu hon og maðurin sær hús í 2004; her vil hon búgva; og her ynskir hon somuleiðis, at børn hennara skulu vaksa upp.
- Fámjin, - ja, tað er simpelthen besta staðið á jørðini. Eg fari so ongan veg, slær Aslaug fast.
Bygdarfólkið kann eisini fegnast um, at fleiri aðrar ungar familjur eru búsettar her tey seinnu árini. Og so seint sum í vetur flutti fólk inn í eitt nýbygt hús í Fámjin.
Tora út at spæla
Hyggur tú eftir fólkatalinum í bygdini her á vestursíðuni á Suðuroynni sæst, at tað væl er minkað síðani 1985. Men tað er ongatíð farið niður um 100 tey seinastu 25 árini.
Eitt skifti herfyri var talið lækkað kanska í heldur meira lagið. Tað sæst aftur í lága talinum av skúlanæmingum í dag - bert tríggir frá 2. til 6. flokk. Komandi ár kemur ein í 1. flokk, meðan teir báðir í 6. flokki fara til Trongisvágs at halda fram við skúlagongdini.
Sum víst á aðrastaðni á síðuni, eru rættiliga nógv børn undir skúlaaldur í Fámjin. Hetta ger uttan iva eisini sítt til, at familjur við børnum verða búgvandi her.
Aslaug trívist í øllum førum sera væl í heimbygdini. Og hon sær nógvar fyrimunur við at búgva í eini so lítlari bygd - fyrimunir, ið onnur kanska ikki duga eins væl at síggja sum hon.
- Tað eru serliga børnini, ið eg hugsi um. Her er sera frítt at fara um hjá teimum, og tí er tað ikki farligt at lata børnini fara út at spæla, t.d. í ánni, á vegnum ella niðri í mølini.
- Og eg rokni eisini heilt sikkurt við, at vit tora betri at lata okkara børn fara út at spæla, enn tey gera t.d. í Havn og aðrastani. Fámjin er eitt paradis hjá børnum, slær hon fast.
Av tí at tey eru so fáment, er fólkið, serliga tær ungu familjurnar knýtt rættiliga nógv saman.
- Ja, vit hava sjálvandi ein binduklubba, og tá vit fara út, eru vit ofta øll samlaði saman. Vit hava eisin ein sparkivøll, sum mannfólkið serliga ger gagn av, men konufólkini hava tó eisini roynt hann, sigur Aslaug við einum brosi.
Í Fámjin finst haraftrat eitt bygdarhús - Vesturhøll - har tey av og á koma saman til ymist.
Ringt at flyta til
Tá allir hesir fyrimunirnir eru reksaðir upp, hevur tað sjálvandi sínar vansar við at búgva so langt frá teim størru plássunum og øllum tænastunum, ið ein fær har.
Tað eru nøkur ár síðani handilin lat aftur. Tó plagar ein cafe/kiosk at vera opin um summarið. Her møtast ofta foreldur við børnunum, har tey fáa eitt gott prát saman.
- Ája, tað er eitt sindur óhandugt, at vit ikki hava ein handil, og ikki hava møguleika at keypa inn her í bygdini. Og so er heldur einki arbeiðspláss, men fólk arbeiða á Tvøroyri ella í Vági, og fáa børn síni ansaði har.
- Men vit hava bara vant okkum við tað. Støðan er bara soleiðis, og eg kenni so ikki til nakað annað, sigur Aslaug.
Hon arbeiðir sjálv á Tvøroyri, og tekur børnini við sær, tá hon fer til arbeiðis og heimaftur við eftir loknan arbeiðsdag.
Fyrimunurin hjá henni í so máta er, at hon bert arbeiðir aðruhvørja viku. Hesa vikuna er hon heima, men koyrir onkutíð ein túr við onkrum av bussunum hjá manninum
- Annars fari eg út at trilla, og tá møti eg ofta øðrum mammum. Og tá endar tað onkutíð við, at vit fáa okkum ein kaffimunn saman.
Maki úr bygdini
Saman við hinum ungu familjunum í bygdini trívist Aslaug í Smiðjuni her í Fámjin. Og tað ger hon, hóast hon má koyra til Tvøroyrar at útinna starv sítt sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Hetta er bara nakað sum eg havi vant meg til. Eg gangi ikki dagliga og hugsi um, at eg skal koyra hetta strekkið, slær hon fast.
At tað lutvíst eru so nógvar ungar familjur í bygdini, hevur sjálvandi sína orsøk: Flestu teirra eru annaðhvørt uppvaksin her, ella hava búsett seg her saman við makanum.
Í Aslaugsa føri var hetta ikki neyðugt, tí maðurin eisini er ættaður hiðani úr bygdini. Sama ger seg galdandi fyri systur hennara, sum eisini hevur maka úr bygdini.
- Ja, tað vísir seg at vera lættari at fáa fólk at búseta seg her, um annar parturin er hiðani. Eg trúgvi ikki at fólk koma higar aðrastaðni frá, sigur Aslaug.
12
børn
Tá fólkatalið á Fámjin var uppá tað mesta - í 1993 - búðu 135 fólk her. Í farna mánaði var talið 108 fólk.
Tað sum kortini er serstakt við hesi bygdini, sum mong meta sum fjarskotna er, at ikki færri enn 12 børn eru undir skúla.
Hetta svarar til væl omanfyri 10% av íbúgvunum, og skuldi í so máta borga fyri eini bygd við framtíð.
Kona mín
Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík.
So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum fronskum skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa: femme mien, femme mien!
Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.
Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.










